Føroyskt oljufelag vil veksa skjótari

Føroyska oljufelagið, Atlantskolvetni, flytir fyri at vera nærri sínum javnlíkum

Føroyska oljufelagið, Atlantskolvetni, hevur nú gjørt av at fara av íslendska virðisbrævamarknaðinum og at skráseta seg á norska virðisbrævamarknaðinum ístaðin.

 

Samstundis skal felagið hava eina fíggjarliga innspræning og eitt endamál við tí er at skunda undir at fáa felagið at veksa.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr stjóran í Atlantskolvetni, Ben Arabo, sum eisini er á myndini, greiða Hilmari Jan Hansen á Rás2, frá, hví felagið tekur hesi stigini.