Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu týsku hondbóltsdeildini.
Á útivølli eydnaðist tað Hannover at vinna 33-29 á Hamburg. Heimaliðið var annars á odda 16-15 í steðginum, men í seinna hálvleiki vóru tað Vilhelm og liðfelagarnir, ið vóru omaná.
Talan var um fyrsta sigurin hjá Hannover hetta kappingarárið, ið hevur tvey stig aftaná tveir leiktar dystir.
Vilhelm skoraði trý mál upp á fimm málroyndir, og hann legði eisini upp til eitt mál.
Komandi leygarkvøld klokkan 18.30 spælir Hannover seinna Play Off dystin í EHF European League á útivølli móti norðurmakedonska liðnum, Alkaloid. Hannover vann fyrra dystin á heimavølli 37-27 (19-15), og skuldi tí havt góðan møguleika at rokkið bólkaspælinum.