Føroyingaliðini eru omanfyri niðurflytingarstrikuna

Bæði Ejstrup/Hærvejen og Ydun vunnu heimasigrar í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Tvey føroyingalið vóru seinnapartin í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum. 

 

Rannvá Olsen (myndin) og liðfelagarnir í Ejstrup/Hærvejen vunnu á heimavølli í høllini í Snede 32-29 á Roskilde. Í fyrra hálvleiki var heimaliðið flúgvandi. Í steðginum var Ejstrup/Hærvejen greitt á odda, 20-11. Rannvá skoraði fýra mál í dystinum.

 

Fyri Ejstrup/Hærvejen, ið undan dagsins dysti hevði tapt seks dystir á rað var talan um ein sera týðandi sigur. 

 

Ejstrup/Hærvejen er fjórðaftast í deildini, og er við 11 stigum beint omanfyri niðurflytingarstrikuna.

 

Beint frammanfyri Ejstrup/Hærvejen við 12 stigum er liðið hjá Brynhild Pálsdóttir og Marionnu G. Eystberg, Ydun.

 

Ydun vann á heimavølli í høllini á Frederiksberg stórsigur 29-18 á Fredericia. Í steðginum var Ydun frammanfyri við átta málum, 13-5. Ydun hevur í seinastu fimm dystunum tryggjað sær níggju av 10 møguligum stigum, so tær eru í einari sera góðar gongd. 

 

Brynhild skoraði fýra mál og Marianna skoraði trý mál. 

 

Í morgin klokkan 13 tekur liðið hjá Lív og Vár B. Zachariasen, Ajax móti AGF í Bavnehøj høllini í Keypmannahavn.