Tey 12 liðini sum manna bestu finsku fótbóltsdeildina hava fyrst í árinum eitt bólkaspæl í Liga Cup kappingini.
Fyri fyrstu ferð í hesum árinum var Samuel Chukwudi á vøllinum fyri SJK Seinäjoki.
SJK vann á heimavølli 3-0 á KuPs. Jeremiah Streng skoraði reint hattrick fyri heimaliðið.
Samuel fekk 62 minuttir á vøllinum áðrenn hann var skiftur út. Støðan var 3-0 tá Samuel fór av vøllinum.
SJK hevur trý stig fyri tríggjar dystir.
Mikudagin 18. februar spælir SJK í somu kapping dyst á útivølli móti Ilves.
Kappingin í bestu finsku fótbóltsdeildini byrjar 4. apríl.











