Tað var á vegamótinum, har Norðskálavegur kemur út í landsvegin. Ein bilur koyrir út á landsvegin – út fyri ein bil, sum kemur oman frá tunnilsvegnum.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at fráboðanin kom klokkan 19:23, og av tí at álvarsligar vanlukkur er hendar har áður, varð øll tilbúgvingin send avstað.
Báðir bilarnir fóru illa, og førararnir í báðum bilunum, sum vóru einsamallir í bilunum, vóru fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Eitt keðiligt stað fyri ferðsluóhapp, sum tí betur ikki kravdi mannalív, sigur vaktleiðarin á politistøðini.











