Tað boða amerikanskir myndugleikar frá, sambært tíðindastovuni AP.
Morðið skal hava verið í húsinum hjá parinum í statinum Delaware seinast í desember. Løgreglan fór á staðið eftir fráboðan um harðskap og fann konu hansara lívleysa í stovuni.
Stevenson varð handtikin mánadagin og situr nú í fongsli, eftir at hann ikki hevur rindað trygd uppá meira enn tríggjar milliónir krónur.
Jill Biden hevur ikki viljað gjørt viðmerkingar til málið umvegis ein talsmann.











