Á býráðsfundi hósdagin í síðstu viku varð samtykt at skipa økið millum Ringvegin og Oyggjarvegi í Havn, sum sæst á myndini omanfyri, til bústaðarbygging. Serstøk byggisamtykt er gjørd, sum skipar hesi viðurskiftini.
Talan er um økið norðanfyri býlingin við Skotarók – men sunnan fyri omankoyringina frá Oyggjarvegnum við bilasøluna hjá Wenzel Petersen, sum nú hýsir Waag-bilum.
Vegur verður gjørdur frá vegamótinum við Ringvegin-Oyggjarvegin gjøgnum tær tríggjar træðirnar suður til Skotarók og bundin í vegin har. Tað vil siga, at tey sum búgva við Skotarók og á hinum gøtunum oman fyri Ringvegin ikki longur nýtast at koyra heilt niðan á Oyggjarvegin fyri at koma til býlingin.
Sambært býráðnum er ætlanin við serstøku byggisamtyktini er, at skipa íbúðarbygging fyri økið millum Skotarók og Oyggjarvegin. Økið skal skipast sum ein heild, og byggjast skal við virðing fyri lendinum, soleiðis at útsýni og nøktandi ljósviðurskifti kunnu tryggjast til eitt fjølbroytt útboð av bústaðareindum.
Økið, ið serstaka byggisamtykin er galdandi fyri, er avmarkað, sum sæst á myndunum, og fevnir um tær tríggjar træðirnar, matr. nr. 1233a, 1233b, 1378 og 1235a, Tórshavn og allar jarðarluir, sum eftir góðkenning av hesi byggisamtykt verða frábýttir ella samanlagdir nevndu ogn.
Sambært byggisamtyktini kann byggjast báðu megin nýggja bústaðarvegin, hægri bygnigar oman fyri vegin og lægri bygningar niðanfyri vegin.
##med2##
##med3##
##med4##
Nýggja byggisamtyktin kann lesast her:














