Garnaskip hava misjavnan fiskiskap

Fýra av teimum smáu trolbátunum eru norðanfyri. Teir fáa tosk og hýsu og nakað av flatfiski

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap, og flestu pørini koma inn at landa í næstu viku.

 

- Fiskiskapurin hjá partrolarunum er heldur slakari nú, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Sagt verður, at tveir djúpvatnstolarar eru á Íslandsrygginum. Teir fáa mest av toski og nakað av svartkalva og blálongu.

 

- Teir koma helst báðir inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.

 

Fýra av teimum smáu trolbátunum eru norðanfyri. Teir fáa tosk og hýsu og nakað av flatfiski. Helst koma allir inn at landa síðst í næstu viku.

 

- Garnaskipini hava misjavnan fiskiskap, og tey koma helst øll inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.