Trý frystilínuskpi eru í islendskum sjógvi

- Streymurin verður góður í næstu viku, og veðrið verður helst eisini hampiligt ein part av vikuni

Í løtuni eru trý frystilínuskip í íslendskum sjógvi, og átta fiska í føroyskum sjógvi.

 

- Línuskipini fáa mest av toski og hýsu og nakað av longu og brosmu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at nøkur frystilínuskip koma inn at landa í næstu viku.

 

Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju. Teir fara helst at loysa, tá veður og streymur verður betri.

 

- Streymurin verður góður í næstu viku, og veðrið verður helst eisini hampiligt ein part av vikuni.

 

Tí vænta tey á Fiskamarknaði Føroya, at nakað verður av útróðri í næstu viku.

 

- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er hampiligur í løtuni, verður lagt aftrat.