Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Ummæli: Framtíðin er í góðum røddum

Í Hoydalsljósinum kemur klassiska skúlarúmið, gólvið, loftið, myndaprýðið og monumentalu ph-lampurnar, veruliga til sín rætt, hvussu tú so snarar myndatólunum og fokuserar á sangnæmingarnar, tá tey sita við skúlaborðini, og dagsins skald kemur inn.

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Birgir Kruse ummælir:

 

Lagaligt, opið og í góðari eygnahædd. Tú verður kýndur og ikki álopin við skjóttkliptum punk í hesi familjuvinarligu sending. Og tá alt kemur til alt, er hetta ikki ein kapping við vinnarum og taparum, har nummar tvey er fyrsti taparin, ið ikki vann, so sum avriksítróttin í nýbygdum risatemplum í óbygdum lærir okkum og strembar eftir á øllum miðlaðum kappingarøkjum. Her er tað tvørturímóti.

 

Í hesi fyrstu sending savnaðust vit við ein leskingarstað, ein gróðrarblett í einum niðurlagdum skúla - sterkari og meira útpurrandi kann kulissan neyvan blíva - kring eitt savn av seks tulkingum úr drúgvu sangskránni hjá plátumeistaranum, Martin.

 

Takk fyri høvið at kaga innum í auluni í steindeyða studentaskúlanum, sum livnaði upp aftur henda dag, og har síggja eina vælskipaða framleiðslu og hoyra avriksnæmingar í okkara egnu skúlum og samkomum. Nú er miðlaavrikið her, sjónvarpssendingin Hoydalar, hin fyrsta av fimm.

 

Framtíðin er ikki bara í góðum filmiskum hondum. Hon er eisini í góðum røddum.

Kringvarpið 5. februar 2026: "Hoydalar" (1:5)

Les alt ummælið her: 

 

Ummæli: Framtíðin er í góðum røddum

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Trýst á myndina fyri at síggja fleiri myndir hjá Kringvarpinum. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen