Ruth Vang ræður og sigur nei til stytta arbeiðsviku

Sjálvt um 9 tingfólk fyri Javnaðarflokkin og 6 fyri Tjóðveldi eru fyri at stytta arbeiðsvikuna, so verður tað ikki gjørt

Og tað verður tað ikki, tí at Ruth Vang sigur nei. Tað er greiða niðurstøðan, hóast hetta var eitt vallyfti hjá bæði Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi til seinasta løgtingsval, og hóast tað eisini er skrivað í samgonguskjalið millum sitandi samgonguflokkar.

– Stytt arbeiðsvika, skattalætti og lønarlyft innan umsorganarøkið.

Tað eru trý av átta málum, sum nýggja samgongan hevur sett sær fyri at loysa, sum eru loyst um eitt ár.

Soleiðis segði Aksel V. Johannesen við Sosialin á jólum í 2022, beint eftir at hann hevði tikið við sum løgmaður. 

Hóast stytta arbeiðsvikan var tað fysta, sum løgmaður nevndi, so verður tað ikki gjørt.

Og tað verður tað ikki, hóast tað greitt stendur í samgonguskjalinum:

Arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar. Trípartasamráðingar verða tiknar upp um at stytta arbeiðsvikuna við einum tíma annaðhvørt ár, til hon er komin niður á 37 tímar. Arbeiðsvikan verður skipað við lóg. 

Við útvarpið í dag segði Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, at tað ikki er Tjóðveldi, sum liggur í buktini, tey eru øll enn samd um, at hetta vallyftið skal fremjast, segði hon.

Aksel V. Johannesen hevur áður sagt, at tey í Javnaðarflokkinum standa við tað, sum tey hava lovað, men tey fáa ikki framt málið, tí meiriluti er ikki fyri tí. Hann hevur ikki sagt, hvør tað er, sum ikki vil. Men tá tey í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi eru samd um at standa við vallyftið og tað, sum tey hava skrivað í samgonguskjalið, so er tað Framsókn sum liggur í bukti.

Tað er eisini Framsókn, sum hevur knýtt málið um pensjónsaldurin og Suðuroyartunnilin saman. Ein politiskur handil er gjørdur um, at pensjónsaldurin skal hækka skjótari enn annars ásett í galdandi løgtingslóg um Fólkapensjón. Hey bæði málini eru til nevndarviðgerð í Løgtinginum, og álit skulu skrivast í seinasta lagi í aðru viku.