Føroyar kundu verið sjálvstøðugar – um føroyingar vildu

– Eingin ivast í, at føroyingar kundu rikið eina sjálvstøðuga tjóð, um teir vildu.

– Eingin ivast í, at føroyingar kundu rikið eina sjálvstøðuga tjóð, um teir vildu.

 

Hetta sigur kendi tíðindamaðurin, Martin Breum, sum mánakvøldið heldur almennan fyrilestur um útlitini hjá danska ríkinum í framtíðini.

 

Hvørjar ætlanir hevur Danmark við Føroyum? Er eitt nýtt samstarv millum londini á veg? Hvat fer at henda í viðurskiftunum millum londini, um Føroyar gerast sjálvstøðugar?

 

Martin Breum er útbúgvin tíðindamaður og var í mong ár vertur í sendingini Deadline á DR2. Kendi sjónvarpsverturin verður at hoyra í Auluni í Finsen mánakvøldið 27. august kl.19, har hann fer at hava almenna framløgu um framtíðar viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.

 

Við sær hevur hann eisini nýggju bókina "Hvis Grønland river sig løs – en rejse i kongerigets sprækker", har danskir politikarar og leiðandi embætisfólk bróta tøgnina og siga sína hugsan um Føroyar og Grønland í danska ríkinum.

 

– Ovasta leiðslan í Keypmannahavn kennir á sær, at danska ríkið brakar. Samstundis hevur danska stjórnin sett Arktis og samstarvið við Føroyar og Grønland ovast á breddan sum eina av bara fimm raðfestingum há Danmark á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum, skrivar kendi tíðindamaðurin millum annað í nýggju bókini.

 

Høgni Reistrup hevur boðið Martin Breum til Føroya at greiða frá øllum tí, hann hevur í viðførinum eftir at hava ferðast og arbeitt nógv saman við fólki, sum fara at ávirka støðu Føroya í heiminum í framtíðini.

 

Almenni fyrilesturin við Martin Breum verður í Auluni í Finsen mánakvøldið 27. august kl 19.