Í morgin klokkan 10 spælir føroyska U21-manslandsliðið í hondbólti fyrsta dystin í innleiðandi bólkaspælinum í HM-endaspælinum, ið verður avgreitt í Týsklandi og í Grikkalandi millum 20. juni og 2. juli.
Fyrsti dysturin verður móti Angola. Hósmorgunin klokkan 10 spæla vit móti Japan, og fríggjakvøldið klokkan 19.15 spæla vit móti Spania. Dystirnir vera spældir í Magdeburg í Týsklandi.
Hóast Angola gjørdist nummar fýra í afrikonsku HM-undankappingini, so eru Føroyar sambært 11 veddingarfyritøkum stórur favorittur til at vinna á Angola í morgin.
Oddsini upp á sigur til Føroyar liggja millum 1,02 og 1,10.
Oddsini upp á sigur til Angola liggja millum 8,75 og 12.50, ið er rættiliga høgt.
Her eru oddsini:
##med2##