Føroyar eru fyltar við bjartskygni

- Framtíðin kemur av sær sjálvum, men ikki framburðurin, segði Annika Olsen, tá hon setti FaroExpo í morgun.

Fyri løtu síðan setti Annika Olsen, landsstýriskvinna, sum eisini er ráðharri fyri norðurlendskum samstarvi, hina tíggjundu FaroExpo-vinnustevnuna í Bylgjuni í Runavík. Fyri og eftir sjálva setanina sang og spældi Báður á Lakjuni nøkur løg.

 

Í síni setanarrøðu var Annika Olsen rættiliga bjartskygd um gongdina í føroyska samfelagnum og segði, at bjartskygni í føroyskum vinnulívi er stórt.

 

Hon segði, at eisini politiskt er bjartskygni stórt, tí búskaparligu lyklatølini eru góð við minkandi arbeiðsloysi, størri inntøkum og størri útflutningsvirði.

 

- Meðan grannar okkara framvegis stríðast við stagneraðan búskap, mugu vit her í Føroyum ansa eftir, at okkara búskapur ikki verður ovurhitaður. Grundleggjandi orsøkin til góðu gongdina í Føroyum er eitt inovativt og dugnaligt vinnulív, har kraftsentrið ikki minst liggur stutt frá okkum her í Runavík.

 

Í hesum sambandi legði Annika Olsen dent á góðu gongdina í føroysku alivinnuni við Bakkafrosti á Glyvrum í oddinum.

 

- Vit hava heimsins besta laks, og føroyska alivinnan telist millum tær sterkastu í heiminum. Vit hava dugnaligar alarar, sum eru árvaknir um sjúkur í alivinnuni og leggja stóran dent á at hava heilsugóðan dygdarfisk.

 

Landsstýriskvinnan legði eisini dent á uppsjóvartilfeingið, sum føroyingar nú eiga sín góða lut í, og í hesum sambandi nam hon við veðurlagsbroytingar, sum eisini føra til, at fiskasløg broyta ferðingarmynstur.

 

- Órímiliga ES-boykottið av Føroyum er av, legði hon aftrat.

 

Hon legði eisini dent á, at føroyingar hava gjørt stórar íløgur í uppsjóvartilfeingið, sum hevur skapt nýtt lív í nógvastaðni kring um landið.

 

Samstundis, sum hon fegnaðist um veksandi uppsjóvartilfeingið, nam hon eisini við veðurlagsbroytingarnar og Arktis, sum mugu takast í størsta álvara.

 

Hon segði, at føroyskt vinnulív stúrir ikki fyri at loysa tær heilt stóru uppgávurnar, og í hesum sambandi nam landsstýriskvinnan við stóru verkætlanina við boripallinum West Hercules inni á Skálafjørðinum.

 

At enda nevndi hon nýggju vindmyllulundina hjá SEV og segði, at umleið 60 prosent av orkunýtsluni nú stavar frá varandi orkukeldum.

 

- Tað er týdningarmikið, at Føroyar sum fiskivinnutjóð hava ein grønan profil, og tað er týdningarmikið, at vit ansa væl eftir náttúruni og havumhvørvinum.

 

Annika Olsen, landsstýriskvinna, segði, at framtíðin kemur av sær sjálvum, men tað kemur framburðurin ikki.