##med2##
##med3##
Um vikuskiftið hevur 12. umfar í landskappingini hjá monnum verið. Í Fuglafirði vann B36 3-1 á ÍF. Michal Przybylski skoraði tvey tey fyrstu málini longu aftaná eitt korter. Annað av teimum var eitt saksaspark, sum Cristiano Ronaldo ikki hevði klárað at gjørt betri – ella næstan.
##med4##
Árni Frederiksberg økti til 3-0 í seinna hálvleiki, áðrenn Dánjal Pauli Højgaard minkaði um munin fyri heimaliðið. B36 er framvegis nummar trý, meðan ÍF stendur eftir á fýra stigum saman við AB.
ÍF-B36 1-3 (0-2)
0-1: Michal Przybylski 12.
0-2: Michal Przybylski 14.
0-3: Árni Frederiksberg 65.
1-3: Dánjal Pauli Højgaard 15.