Í kvøld skulu trý føroysk lið í eldin í Europa League. NSÍ tekur á Svangaskarði móti Barry Town United úr Wales. Dysturin verður klokkan 18, men FM1 byrjar at senda frá klokkan 15.00 við upptakt. Tað kemur eisini at merkja sendingina, at B36 og HB eisini skulu spæla í Europa League hóskvøldið.
B36 spælir klokkan 16.30 móti St Joseph’s á Gibraltar. Dysturin byrjar klokkan 16.30. Jákup Mørk verður heimildarmaður á staðnum. Klokkan 19 byrjar dysturin í Belfast millum Glentoran og HB. Høgni Berg er heimildarmaður hjá FM1.
FM1 byrjar at senda ein upptakt við einum serligum Fótbóltspanelið, ið verður við Løkin í Runavík. Í fyrra tímanum verða samrøður við Jákup á Borg, venjari hjá B36, Jens Berthel Askou, venjari hjá HB og Glenn Ståhl, venjari hjá NSÍ.
Aðrir gestir í sendingini eru borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen, formaðurin í NSÍ, Dánjal Hansen, og Helgi L. Petersen, sum eisini verður viðmerkjari til dystin.
##med2##
Beinleiðis frásøgn verður av Svangaskarði eftir tíðindini klokkan 17, og aftaná verður 3. Hálvleikur, har tað verður tikið samanum avrikini hjá føroysku liðunum í Evropa.
##med3##
Europa League undanumfar:
Hósdagin 20. august
B36-St Joseph’s (16.30)
NSÍ-Barry Town United (18.00) Beinleiðis á FM1
Glentoran-HB (19.00)
Europa League 2. umfar:
B36/St Joseph’s - Levadia Tallinn
Aberdeen – NSÍ/Barry Town United
Motherwell – HB/Glentorian