Flogferðslan lamin í fleiri dagar afturat

Tað er lítlar og ongar ábendingar um, at øskudálkingin frá eldgosinum í Íslandi lættir teir fyrstu dagarnar. Loftrúmið yvir Danmark er fyribils stongt til í morgin klokkan 13, tá ið ein nýggj støða verður tikin.

Sama ergaldandi fyri enskt loftrúm

Men forsagnirnar siga, at ongi tekin eru um, at støðan broytist næstu dagarnar, tí loftstreymarnir heilt uppi í lofthavinum halda somu kós eystur og suðuryvir næstu dagarnar.

Tvørtur ímóti er líkt til, at øskan fer at breiða seg yvir ein enn størri part av Evropa næstu dagarnar.

Ein amerikansk forsøgn sigur enntá ið kvøld, at tað verður ikki fyrrenn hósdagin, at flogførini í Evropa aftur fáa luft undir veingirnar aftur, men tá verður meiri vindur og tað fer at reka øskuna burtur.

Tað sama siga íslendskir veðurfrøðingar.

Tað eru heldur ongi útlit fyri at eldgosið viknar, so teir næstu dagarnir síggja ikki gott út.

Í dag eru flogfør farin á flog ymsastaðni í Evropa við tí endamálið at kanna, hvønn skaða øskan í veruleikanum elvir til á flogførum.