Fleyr tók silvurplássið

Menninir hjá Fleyr vunnu seg sunnudagin upp á silvurplássið í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti.

Roynda manningin hjá Fleyr vann eitt sindur óvæntað á føroyameistarunum úr Mjølnir í Klaksvík sunnudagin. Kanska vóru tankarnir hjá teimum úr Mjølnir longu farnir at snúgva seg um steypafinaluna leygardagin, har teir skulu dystast við oddaliðið SÍ. Undir øllum umstøðum tóktist Mjølnir als ikki at verða klárir, tá ið dysturin sunnudagin fór í gongd.
 
Drúgvur javnbrótari
Tað tók Mjølnir tvey sett, áðrenn teir av álvara vaknaðu úr dvala. Tá hevði Fleyr longu lagt seg á odda 2-0 í settum, og tí var mótbrekkan tung hjá klaksvíkingum. Mjølnir tók sær tó um reiggj, og við at vinna tey bæði næstu settini syrgdu teir fyri, at spenningur aftur kom í dystin.
Nú stóð á jøvnum 2-2 í settum, og tí var neyðugt við javnbrótara. Her gjørdist talan um ein sera spennandi og drúgvan javnbrótara, og neyðugt var at spæla heilt upp til 21, áðrenn ein vinnari var funnin. Tá hevði Fleyr munin, og tí tóku teir stigini við sær suður aftur til Havnar, meðan teir í Mjølnir noydust at staðfesta, at teir við ósigrinum bæði høvdu mist silvurplássið og helst eisini møguleikan fyri at endurvinna meistaraheitið.
Oddaliðið SÍ hevði vitjan av botnliðnum Fram, og sørvingar vunnu ein greiðan sigur. Fram fekk tó vuninð sær eitt sett, men SÍ vann síni trý sett ruddiliga, og vandi var ongantíð á ferð fyri sigrinum hjá sørvingum, sum nú bíða í spenningi eftir steypafinaluni komandi leygardag.
Í fjør noyddist SÍ at lúta fyri ÍF í finaluni, og lítið man verða at ivast í, at sørvingar ikki ætla sær tómhentir vestur aftur, tá ið teir leygardagin hava verið i Havn og spælt ársins steypafinalu móti Mjølnir. Hinvegin er tað ógvuliga sannlíkt, at teir í Mjølnir nú síggja í eyguni, at skulu teir vinna nakað í hesum kappingarárinum, so skal tað verða steypakappingina, tí leiðslan hjá SÍ í landskappingini er so mikið stór. Tí kann roknast við, at klaksvíkingar fara at leggja heilt nógv fyri í finaluni leygardagin.
 
Mjølnir-Fleyr 2-3 (22-25, 23-25, 25-17, 25-21, 19-21)
SÍ-Fram 3-1 (25-11, 21-25, 25-11, 25-17)