Fleiri línuskip landa í næstu viku

Sambært Fiskamarknaði Føroya koma fleiri skip inn at landa í næstu viku.

- Fleiri línskip koma inn at landa í vikuni. Tey, sum fiska undir Føroyum, hava so at siga bara tosk og hýsu og eitt sindur av longu og brosmu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tvey línuskip hava verið undir Íslandi og koma helst inn at landa síðst í næstu viku.

 

- Hesi skipini hava mest av toski og hýsu, men eisini nakað av brosmu og longu. Nøkur línuskip, sum liggja við bryggju, fara út aftur so skjótt, sum veðrið batnar.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður góður, men harðnar, sum næsta vika gongur.

 

- Veðrið verður vánaligt fyrst í næstu viku, men sær betri út seinni í vikuni. Tí vænta vit, at nakað verður av útróðri, serliga síðst í næstu viku, verður lagt aftrat.