Fiskavirkini
Í nøkur fylgjandi ár hava fleiri føroysk fiskavirkir havt hall – og stór hall. Talan er ikki bara um tey smáu feløgini, sum hava fiskaframleiðslu, men eisini um tey stóru og størstu.
Seinastu árini hevur grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe gjørt eina sonevnda roknskapargreining av fiskiskipaflotanum yvir 110 brt.
Felagið hevur eisini hugt uppá, hvussu gongdin er hjá fiskavirkjunum. Øll virkir eru tó ikki við í hesi greining, og færri eru við í 2006 enn undanfarin ár.
Sum skilst, eru tað ikki øll fiskavirkir, sum hava so góðan hug at verða við, og tí hevur grannskoðarafelagið ikki fingið neyðuga taltilfarið.
Virkini, sum vóru við í greiningini fyri 2005, umboðaðu út við 80% av ráfiskinum, sum verður landaður og virkaður í Føroyum.
Í greiningini fyri 2006 umboðaðu virkini, sum vóru við, stívliga 60% av landaða ráfiskinum.
Tað er so hóast alt ein stórur helmingur.
7 miljónir í halli
Í stuttum kann sigast, at nógv føroysk fiskavirki ”duga” ikki at tjena pening – ella sagt við øðrum orðum: Tey duga ikki at skapa ta virðisøking, sum skal til fyri at fáa fleiri krónur burtur úr hvørjum kilo av ráfiski.
Tá ið eingin virðisøking er, samstundis sum fiskurin er dýrur, og rentan er hækkandi, kann ikki roknast við nøkrum serligum úrsliti.
Og úrslitini eru heldur einki at reypa av.
Tey sjey feløgini, sum Rasmussen & Weihe hava við í síni greining fyri 2006, hava eitt samanlagt hall upp á stívliga 7 miljónir krónur. Størstu feløgini, sum eru við í hesi greining, eru Faroe Seafood og Kósin.
Vit hava tó ikki sæð úrslitini hjá hvørjum einstøkum felag sær.
Tað kann tykjast eitt sindur undarligt, at gongdin hjá hesum virkjum er, sum hon er.
Eitt av feløgunum, sum ikki er við í greiningini, er Tavan í Leirvík, sum arbeiðir upsa í vetrarhálvuni og gulllaks í summarhálvuni.
Tavan setir met
Fiskavirkið í Leirvík hevði nevniliga sítt besta ár í 2006, tá ið felagið hevði eitt avlop upp á heilar 7,5 miljónir krónur.
Í 2004 og 2005 var avlopið hjá felagnum eftir skatt ávikavist 1,6 og 3,4 miljónir krónur.
Hetta merkir, at somu ár (2004, 2005 og 2006), sum fleiri fiskavirkir hava havt stór hall í rakstrinum, hevur Tavan í Leirvík havt eitt avlop eftir skatt upp á tilsamans 12,5 miljónir krónur.
Nógvar orsøkir kunnu vera til, at gongdin hjá virkjunum er so misjøvn, men eitt er kombinatiónin av framleiðsluni.
Stjórin í Tavuni, Jóan Magnus Rasmussen, hevur áður sagt, at teir duga einki, sum hini virkini ikki duga.
- Vit arbeiða bara upsa í vetrarhálvuni, og eg trúgvi, at tá fáa aðrir tað eisini at bera til, sigur hann lítillátin.
Virkini gjalda væl
Á framløgufundinum, sum grannskoðarafelagið skipaði fyri í síðstu viku, segði Bjarni Arnason, ið hevur staðið á odda fyri greiningini, at gjaldførið hjá fleiri fiskavirkjum helst er trongt, tá ið raksturin hevur verið so tungur fleiri fylgjandi ár á rað.
Jónsvein Knudsen, sum er útgerðarmaður hjá fleiri ísfiskatrolarum, vísti kortini á, at virkini hóast hesa gongd gjalda ótrúliga væl, sum hann tók til.
- Upsin hevur í langa tíð verið ógvuliga smáur, men hevur verið heldur frægari til støddar í seinastuni. Kortini er hann framvegis smærri, enn hann plagdi at vera.
Útgerðarmaðurin segði, at nú upsin hevur verið so smáur, hevur verið neyðugt hjá virkjunum at effektivisera.
- Hetta hevur eydnast væl, og virkini eru í so máta nógv effektivari í dag, enn tey vóru fyri nøkrum árum síðan.
Vantandi virðisøking
Bjarni Arnason segði, at í greiningini sæst einki til, at nøkur virðisøking er í fiskivinnuni á landi.
- Eitt er, at virkjunum vantar arbeiðsmegi, sum nógv hevur verið frammi um, og tað kann sjálvsagt eisini vera ein trupulleiki. Ein annar – og stórur – trupulleiki er, at virkini ikki megna at skapa nakra virðisøking og soleiðis fáa meira fyri hvørt kilo av ráfiski.
Hann vísti á, at hækkandi fiskaprísir, lønarútreiðslur og rentuhækkingar seta krøv til virðisøking.
- Líkt er ikki til, at árið í ár verður nógv betur hjá hesum virkjum enn árið í fjør, segði Bjarni Arnason hja grannskoðarafelagnum Rasmussen & Weihe.