Feløg og stovnar, sum royna at hjálpa teimum fátæku í norska høvuðsstaðnum Oslo, siga, at talið á teimum, sum hava tørv á mati og øðrum til gerandisdagin, veksur í hvørjum. Blaðið Aftenposten skrivar, at hvørja viku standa umleið 700 fólk í bíðirøð eftir at fáa mat og aðra hjálp. Tom Lund Georgsen, ið arbeiðir hjá einum hjálparfelagsskapi, sigur við blaðið, at tað er ógvuliga týðiligt, at gjógvin millum rík og fátæk í Noregi gerst altsamt breiðari.