Fleiri enn 1000 fólk mótmæla sparingunum

- Eg frøist um, at suðuroyingar varpa eisini ljós á trupulleikan. Tað sigur Malla Dam, sum er býráðslimur í Tvøroya kommunu.

Stríðið um sparingarnar á ellis og røktarheiminum á Tvøroyri heldur fram. Ein bólkur savnar í hesum døgum inn undirskriftir, sum taka frástøðu frá ætlaðu sparingunum.

Atfinningarnar hava helgað móti Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, síðan hon greiddi frá ætlanunum at niðurleggja átta røktarheimspláss á Tvøroyri. Tað hevur við sær eina sparing á 2,7 milliónir krónur.

1000 fólk hava sett sítt navn á mótmælisskrivið.

Tvøroyar kommunu, og onnur við, hava mótmælt sparingunum, men teirra útsagnir eru ikki serliga væl hoyrdar.

- Tað vísir seg, tí einki er broytt í ætlanunum, sum vit meta eru burtur við. Vónandi er undirskriftaskjalið við at bøta um støðuna, sigur Malla Dam við Rás2.

Rósa Samuelsen hevur sagt, at hon hevur ongar viðmerkingar, so leingið málið er til politiska viðgerð.