Fleiri børn í fjør

Nøkur børn fleiri komu í verðina í Føroyum í fjør samanborið við árið fyri.

Á Landssjúkrahúsinum vórðu fødd 596 børn, 25 á Suðuroyar Sjúkrahúsi og eitt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur ikki føðistovu longur, men har varð í fjør kortini føtt eitt barn, tí mamman náddi ikki suður á Landssjúkrahúsið at eiga.

Færri og færri børn verða fødd í Suðuroynni nú, tí fleiri mammur velja at fara norður um fjørðin at eiga. Tó so ganga tríggjar kvinnur og bíða nú á Suðuroyar Sjúkrahúsi.