FlashMob í Ghetto Kvøld

Leygarkvøldið var sendingin Ghetto Kvøld á skránni á Rás2. Í sendingin var eitt sokallað FlashMob á skránni, og á netinum ber til at síggja videoupptøkur frá hesum.

 

Ghetto Kvøld verður sent av Oyrasundsnæmingaheiminum í Keypmannahavn, og hevur verið send tvær ferðir. Seinast var leygarkvøldið, og her vóru millum 200 og 300 útiseta føroyingar til staðar.

 

Samstundis skipaðu vertirnir í sendingini saman við áleið 30 føroyingum hetta kvøldið fyri einum sokallaðu FlashMobbið. Tað merkir, at tey 30 fólkini óvæntað reistu seg upp, og byrjaðu at dansa og syngja. Anna Faroe, Svanna Hentze í Gong og Jenny Old sungu fyri, meðan aðrar songkvinnur sungu kór, og fleiri kvinnur reistu seg upp at dansa.

 

Fleiri áskoðarar hetta kvøldið tóku telefonirnar fram, og fingu videoupptøkur av hesum, og tað ber til at síggja nakrar teirra á Facebook síðuni hjá Ghetto Kvøld her: www.facebook.com/pages/Ghetto-Kvøld/302355796560138