Tær tríggjar myndabøkurnar Kvagg kvagg, Malja, Tuut tuut Malja og Hvar er systir mín? eru ætlaðar teimum smærru børnunum, meðan størru børnini kunnu gleða seg til bøkurnar Biografgátan og Puman.
Loynidómar
”Summi kallaðu mammu Sannu fyri eina heks, meðan hon enn livdi. Men tá hon ikki longur var á lívi, gjørdu tey tað sjálvandi ikki. ... Sanna kundi ikki torga tað. Um teimum ikki dámdu mammuna áðrenn, nýttust teimum ikki at látast, sum tey gjørdu tað nú.
Hon hevðið kunnað skotið tey øll somul ígjøgnum høvdið. Ella heldur onkrastaðni, har tey fingu ordiliga ilt”
Soleiðs byrjar bókin Puman eftir Laura Trenter. Hetta er ein innilig søga um Sannu, sum hevur mist mammu sína, og um hvussu hon sum frægast roynir at arbeiða seg burtur úr sorgini. Men Puman er eisini ein sera loyndarfull søga um ymiskt løgi og óskiljandi, sum hendir, tá ein puma byrjar at ganga í gøtunum og hjálpa teimum hjálparleysu ...
Burturfluttir hundar
Børn og løgnar gátur gera eisini bókina Biografgátan rættiliga spennandi. Føroysk børn kenna uttan iva longu Lassa og Maiu, sum enn einaferð mugu hjálpa politistinum í Válavík at greiða eitt løgi mál. Hesuferð ræður um at finna ein gátuføran brotsmann, sum stjelur hundar og krevur pengar afturfyri, um eigararnir vilja hava hundarnir aftur. Biografgátan er sætta bókin í røðini av gátubókum eftir svenska rithøvundan Martin Widmark.
Stuttligar myndabøkur
Til tey allarminstu eru komnar tvær nýggjar myndabøkur um Malju. Hesuferð er ein toystrimmil festur í bøkurnar við einum plastringi í endanum, sum ger, at bøkurnar kunnu heingjast í eitt nú ein barnavogn.
Myndabókin Hvar er systir mín? er til tey eitt sindur størru børnini. Bókin er um ein beiggja, ið leitar eftir systur síni, sum allatíðina hvørvir, tí verðin er so stór og systirin so forvitin. Saman við beiggjanum kunnu lesararnir royna at leita eftir systrini á sera vøkru og litríku myndunum.
Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum gevur út nýggju bøkurnar til børn og ung.