Funky Faroe Islands
Føroyski umboðsmaðurin í London Sigmundur Isfeldt gleddist um, at Menningarstovan hevur tikið stig at skipað fyri eini ráðstevnu, ið setti fokus á føroyska mentan.
- Hetta er eitt týdningarmikið stig, at fokus verður setta á hesa vinnu. Hetta slagið av vinnu er fokus ikki á í Føroyum. Fiskivinnan breyðføðir okkum og fær av røttum nógv fokus á seg eini 90% av fokus. Men aðrar vinnur eru eisini, kanska vinnur sum peika meira út í framtíðina, tónleik, design og listahandverk. Fólk eru farin at taka hetta í álvara, og tað er gleðiligt at Menningarstovan við hesum tiltakinum, vísir at hon tekur mentan í álvar, segði føroyski umboðsmaðurin í London Sigmundur Isfeldt m.a., tá hann tók í móti føroysku gestunum í Design Center Knightsbridge.
Hann vísti á, at tey á umboðsstovuni vóru til fyri at hjálpa føroyskum virkjum og einstaklingum, og tí vóru tey eisini við í fyriskipanini av hesum tiltakinum. Men legði dent á, at Menningarstovan hevði staðið fyri størsta partinum av tiltakinum.