Fiskimannafelagið stendur einsamælt

Skipara- og Navigatørfelagið fer ikki uttan viðari at biðja sínar limir um at lata vera við at mynstra við Carlton. - Vit hava ein sáttmála við reiðaríið hjá Carlton, og tann sáttmálan heldur reiðaríið. Tí er trupult hjá okkum at nokta okkara limum at mynstra við skipinum, sigur Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, við Rás2.

Við Rás2 á middegi segði Hanus Hansen, reiðari á Carlton, seg ikki skilja argumentatiónina hjá Fiskimannafelagnum:

- Eg skilji ikki, hví Carlton skal avroknast við einum býtisprosenti uppá 27, samstundis sum hini átta skipini í somu vinnu hava eitt býtisprosent til manningina uppá 17,5%.

Hanus Hansen helt seg hava eina avtalu við Fiskimannafelagið, har manningin fekk 23,24%. Men í vetur fekk hann boð frá FF um, at hetta var ikki nóg gott. Og til sáttmálasamráðingarnar um jóltíðir bar einki til.

Carlton er í løtuni til fiskiskap uttan nakran lim hjá FF. Á Rás2 í gjárkvøldi heitti Jan Højgaard á hini fakfeløgini um at stuðla Fiskimannafelagnum í trætuni.

Skiparin, 1. stýrmaður og 2. stýrmaður við Carlton eru limir í Skipara- og Navigatørfelagnum. Teir fáa fyribils ikki boð frá felagnum um at fara í land.

- Eg ivist stórliga í, um vit yvirhøvur kunnu gera nakað. Vit kunnu einans nokta okkara limum at mynstra, tá talan er um eitt verkfall. Hetta snýr seg um eitt mynstringarbann fyri limirnar í FF, og er eitt mál millum FF og reiðaríið.

- Vit hava einki havt við hetta málið at gera, og vilja helst ikki koma í ta støðu, at vit skulu diktera, hvat dekkararnir skulu fáa. Tað hava vit einki við at gera, sigur Eyðstein Djurhuus.