Fiskidagaskipanin leggjast um: Hvør fiskidagur skal nú roknast út í tímum

Afturfyri skal fiskidagatalið skerjast nokk so fitt komandi fiskiár fyri at veiðitrýstið ikki skal økjast.

Fiskidagaskipanin

Nú skal fiskidagaskipanin leggjast um. Afturfyri skal fiskidagatalið skerjast nokk so fitt.
Tað er samgongan samd um.
Nýtt fiskiár byrjar 1. september og eitt tað fyrsta, sum Løgtingið fer at gera, nú nýggj tingseta byrjar á Ólavsøku, verður at áseta fiskidagatalið fyri komandi ár.
Sostatt er samgongan nú í ferð við at leggja síðstu hond á eitt uppskot um, hvussu fiskidagaskipanin skal vera næsta ár.
Uppskotið verður lagt fyri tingið beinanvegin á Ólavsøku.
Hendrik Old er formaður í vinnunevnd løgtingsins og hann er sostatt ein av fremstu talsmonnunum hjá samgonguni í fiskivinnumálum.
Hann sigur, at enn er samgongan ikki heilt liðug at viðgerða fiskidagatalið fyri næsta ár.
Men tað er semja um, at skipanin skal leggjast um, so at hvør fiskidagur nú skal roknast út í tímum.
Og tað heldur Hendrik Old ikki er annað enn rímiligt.
 Higartil hevur tað verið so, at hevur eitt skip verið úti í 25 tímar, missir tað tveir fiskidagar.
Tað heldur hann ikki er rætt.
 Tað merkir, at skip og bátar mugu gera sær stóran ómak at vera inni aftur fyri midnátt. Fyri línuskip og línubátar elvir tað til, at tey ikki fáa sett so nógv, tey vilja og tey mugu draga skjótari fyri at lukkast innaftur og tað darvar vinnuni.
Tí er samgongan samd um at broyta skipanina, so at allir leysir tímar skulu leggjast saman og ikki fyrrenn tað er komið upp á eitt samdøgur, skal tað telja fyri ein dag.
Formaðurin í vinnunevndini sigur, at hetta er ein skipan, sum kann fara at krevja nógv meiri umsiting við sær, men hann metir at samgongan fer at finna eina loysn, soleiðis at hetta letur seg umsita nóg smidliga.

Økir veiðitrýstið
Hinvegin er tað eisini greitt, at hetta er ein skipan, sum fer at økja veiðitrýstið nokk so fitt.
 Tí er tað neyðugt at leggja upp fyri hesum í tí nýggja fiskiárinum, sigur Hendrik Old.
Hann sigur, at av tí sama verður neyðugt at skerja fiskidagatalið komandi ár nokk so fitt.
At umroknað hvønn fiskidag til tímar fer at raka teir ymsu skipabólkarnar ógvuliga ymiskt. Teir, sum gera stuttar túrar verða harðari raktir, enn teir, sum gera longri túrar.
Men tað er í øllum førum greitt, at sum heild skulu fiskidagarnir skerjast eini 7% - 8%, bara fyri at leggja upp fyri tí økta veiðitrýstinum.
So kann skerjingin verða eitt sindur ymisk frá skipabólki til skipabólk.
Men tað er heldur ikki endaliga avgjørt í samgonguni, so akkurát, hvussu stór skerjingin verður, ella, hvussu hon verður býtt sundur ímillum skipabólkarnar, er ikki heilt greitt enn.

Ongar skerjingar annars
Eitt eru tær skerjingar, sum skulu til fyri at forða fyri, at veiðitrýstið økist í sambandi við at hvør fiskidagur nú skal býtast sundur í tímar.
Eitt annað er um naøkur verulig skerjing verður fyri at minkað veiðitrýstið, soleiðis sum fiskifrøðingar hava skotið upp.
Men tað verður tað neyvan og sostatt fer politiski myndugleikin heldur ikki í ár at taka tilmælið frá fiskifrøðingum til eftirtektar.
Hendrik Old sigur, at hann hevur skilt, at ætlanin er ikki at skerjaveiðitrýstið sum so og undir øllum umstøðum verður talan um ógvuliga avmarkaða skerjingar.
 Samgongan er samd um, at fiskidagatalið skal ikki broytast ov nógv frá ári til ár fyri ikki at geva vinnuni trupulleikar, tí ongin vinna kann liva við ov stórum sveiggjum í virkismøguleikunum og tí verða fiskidagarnir

Føroya Banki skerjast
Somuleiðis er ætlanin at skerja fiskidagatalið á Føroya Banka. Fiskidagatalið á Føroya Banka varð skert 10 % í ár og Hendrik Old metir, at tað verður skert skert 10% afturat næsta.
Somuleiðis skal Bankin framhaldandi verða friðaður í gýtingartíðini.