Í morgun byrjaðu tey aftur at virka fisk á fiskavirkinum í Saltangará, sum hevur ligið stilt, síðan Faroe Seafood fór av knóranum hin 4. desember í fjør. Tað er partafelagið frá 16. februar 2011, sum Varðin, Bacalao, Framherji og Samherji eiga, ið nú hevur latið virkið uppaftur.
Hesin nýggi risin í føroyskum vinnulívi keypti seks trolarar og fýra virkir, og í morgun læt so fyrsta virkið uppaftur.
Tórheðin Jensen, sum starvast hjá Varðanum í Gøtu, sigur, at tað er fiskur, sum skip hjá felagnum hava fingið hesar seinastu dagarnar, ið nú verður arbeiddur á virkinum í Saltangará.
- Fiskavirkið í Saltangará er eitt upsavirki, og í byrjanini er ætlanin at virka fiskin til fesk fløk, sigur hann.
Sum skilst, er ikki so stórt tal av fólki til arbeiðis í morgun, men tá framleiðslan aftur kemur í hæddina, kann roknast við, at eini 80 til 100 fólk verða til arbeiðis í Saltangará.
Tórheðin Jensen sigur, at bæði skip og virkir, sum felagið nú rekur og fer at reka, verða mannað við fólki, sum vóru í starvi, áðrenn Faroe Seafood samtakið fór av knóranum.
Í løtuni dugir hann ikki at siga, nær saltfiskavirkið á Toftum letur uppaftur, men hann roknar ikki við, at tað gongur lang tíð, áðrenn gongd er komin á virksemið á Toftum eisini.
Stjórar í nýggja risanum í føroyskum vinnulívi eru Anfinnur Olsen og Jógvan Dávid Jacobsen.
Nevndarformaður er Poul Hansen, advokatur og vinnulívsmaður.










