Finskur dómari skal døma dystin B36-Rijeka

31 ára gamli Mohammed Al-Emara verður høvuðsdómari á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19

B36 sum longu hevur vunnið seg tvær ferðir víðari í Europa Conference League undankappingini, og 11 ferðir í Evropa í søgu felagsins skal nú í holt við triðja undanumfarið. 

 

Mótstøðuliðið hjá B36 á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19 er sterka kroatiska liðið, HNK Rijeka. 

 

HER  ber til at keypa atgongumerki til dystin.

 

Tað verður 31 ára gamli finski dómarin, Mohammed Al-Emara sum skal døma dystin millum B36 og Rijeka.

 

Í altjóða høpi hevur Mohammed Al-Emara bert dømt U19 landsdystir. Tann fyrsta í 2021. Tá talan er um dystir hjá felagsliðum í Evropa hevur Mohammed Al-Emara bert dømt ein dyst, og tað var 13. juli í ár, tá hann dømdi dystin millum Maribor úr Slovenia og Birkirkara úr Malta í fyrsta undanumfarinum í Europa Conference League.

 

So tað er ikki ein altjóða royndur dómari, ið fer at døma dystin millum B36 og Rijeka á Tórsvølli í annaðkvøld. Hann hevur tó dømt í heimligu finsku kappingini síðani 2014. 

 

B36 Tórshavn (FRO) - HNK Rijeka (CRO)

Dómari: Mohammed Al-Emara (FIN)

Hjálpardómari 1: Turkka Joonas Valjakka (FIN)

Hjálpardómari 2: Juuso Mantere (FIN)

Fjórði dómari: Peiman Simani (FIN)

UEFA dómaraeygleiðari: Nicolae Grigorescu (ROU)

UEFA umboð: Laura Montgomery (SCO)