Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu pumpa makrelin úr trolinum

Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu er júst afturkomnir av royndartúri, har teir hava roynt pumpu, sum pumpar makrelin úr trolinum, so hvørt sum hann kemur í trolið Tier mynstraðu mánadagin og hava roynt ymsastaðni í syðra parti av føroyskum sjógvi - í samráð við Havstovuna. Tað skrivar vardin.fo

Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu hava fingið sløk 100 tons av makreli, sum allur kom sprell-livandi í pumpikassan.

Hesin nýggi mátin at fiska makrel uppá setur stór krøv til útgerðina. Ein pumpa varð fest á trolposan hjá Tróndi í Gøtu, sum trolaði. Finnur Fríði sigldi aftan á Tróndi. Ein slanga var fest í pumpuna í øðrum endanum og upp í Finnur Fríða, sum móttók fiskin.

– Tað sum er revolutionerandi við hesum fiskiháttinum er, at vanligt er, at fiskurin liggur afturi í posanum, meðan togað verður, og hetta kann vara nakrar tímar, men her verður fiskurin pumpaður beinleiðis upp í skipið – hann kemur sprell-livandi í kølitangan á móttøkuskipinum. Fiskurin verður snarkøldur niður á -1,5 stig, og fiskurin heldur hendan tempraturin, inntil hann verður frystur og pakkaður á virkinum.