Yvirgangur
Løgreglan í London hevur gjørt av at senda uppaftur fleiri løgreglumenn at leita eftir teimum fýra monnunum, sum royndu at spreingja fýra bumbur í býnum seinasta hósdag.
Um vikuskiftið varð ein ryggsekkur við einari bumbu funnin í einari lund við Wormwood Scrubs har vesturi í London, men løgreglan veit ikki, at hendan bumban hevur samband við teir somu fýra menninar, ella um talan er um ein fimta bumbumann. Men sambært blaðnum The Times heldur løgreglan, at fimm bumbumenn ganga leysir í býnum.
Keldur innan løgregluna hava sagt, at bumbumenninir eru helst av eysturafrikonskum uppruna, og at løgreglan hevur fingið vissu fyri, at teir høvdu samband við teir fýra sjálvmorðsbumbumenninar, sum sprongdu bumburnar tann 7. juli. Tann atsóknin kravdi 56 mannalív.
Sambært The Times heldur løgreglan eisini, at ein maður hevur lagt allar bumbuatsóknirnar til rættis, og hann gongur eisini leysur enn.