Tíðindaskriv frá Reyða Krossi:
Í vikuni 6.-13. september 2025 skipar Reyði Krossur fyri Landsinnsavning. Hesa vikuna ganga vit frá hurð til hurð við bússum og savna pening inn til hjálpararbeiðið hjá felagsskapinum.
Landsinnsavningin ger tað møguligt hjá Reyða Krossi at hjálpa har neyðin er størst – bæði í Føroyum og kring heimin.
Vilt tú vera við til at gera mun?
Tað tekur bert 2 tímar at ganga hús úr húsi og tú velur sjálv/ur nær í hesum tíðarskeiðnum 6.-13. september, tú vilt savna inn.
Vinn gávukort
Øll, ið ganga við bússu eru við í lutakasti um 4 gávukort frá Atlantic Airways áljóðandi 2.000 krónur.
Stuðla
Tú kanst stuðla Landsinnsavningini 2025 við at lata okkum peningagávu á konto:
Føroya banki: 6460 4946954
Betri banki: 9181 4950013
Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776
Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387
Eisini ber til at stuðla innsavningini við at ringja á 90 56 56 og harvið stuðla við 200 krónum.
Fyritøkur, feløg og onnur
Fyritøkur, feløg, kommunur, stovnar og onnur eru hjartaliga vælkomin at stuðla Landsinnsavningini.
Vinarliga skráset stuðulin við at trýsta á knøttin niðanfyri.
Skráset stuðul (fyritøkur/feløg)
Hvat røkkur peningurin til?
50 kr: Røkka t.d. til mat til eitt flóttabarn í tríggjar vikur.
150 kr: Røkka t.d. til 3.000 litrar av reinum drekkivatni.
200 kr: Røkka t.d. til tjaldbuðir at verja tvær flottafólkafamiljur móti regni og vindi.
500 kr: Røkka t.d. til mat til fimtan hungrað børn í ein mánað.
Nógvir møguleikar eru at stuðla arbeiðnum hjá Reyða Krossi
Tú kanst millum annað velja at lata eina eingangsupphædd ella at gerast mánaðarligur stuðul – tú velur sjálv/ur upphæddina, sum tú ynskir at lata.
50 kr.