Ferðsluóhapp í Norðoyatunlinum

Annar bilførarin hevði kenning

Mitt í nátt fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp var hent í Norðoyatunlinum.

 

Tveir bilar, sum koyrdu hvør sín veg, vóru stoyttir saman, og tá ið løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at annar bilførarin hevði drukkið meiri enn gott er, tá ið ein setir seg við rattið.

 

Báðir bilførararnir sluppu snikkaleysir frá óhappinum. Av trygdarávum varð annar bilførarin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men honum bagdi einki.

 

Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni. Tað einasta, sum er hent, er, at ein bilførari í Havn er tikin fyri at koyra við kenning.