Ferðamaður datt seks metrar oman í fjøruna

Ein útlendskur ferðamaður var óhappin og datt seks metrar oman í fjøruna norðan fyri Haraldssund gjáramorgunin

Um níggjutíðina gjáramorgun datt ein maður seks metrar oman í fjøruna í Haraldssundi. Løgreglan fekk boðini klokkan 09.13, og bjarging varð alt fyri eitt sett í verk.

Vaktleiðarin á politistøðini greiðir frá, at ferðamaðurin var í einum ferðalag saman við fimm øðrum fólkum, tá óhappið hendi. Hann breyt annað beinið í fallinum, og hevur helst eisini brotið handliðið.

Vaktleiðarin sigur, at bjargingin gekk væl, og at maðurin kom á sjúkrahúsið klokkan 11.16.

Vørn skrivar um hendingina, at tað var ein kilometur norðan fyri bygdina Haraldssund.