Ferðing hjá føroyingum sum arbeiða uttanlands gerast skattafrí

Fleiri føroyingar, ið arbeiða uttanlands, rinda stórar upphæddir fyri ferðing. Javnaðarflokkurin hevur lagt fram uppskot um at broyta skattalógina, so virðið av fríari ferð millum bústað í Føroyum og arbeiðsstað uttanlands verður gjørt skattafrítt.

Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin


--------
Meginreglan í skattalógini er, at frí ferð millum heim og arbeiðsstað er skattskyldug. Tað merkir, at tú skal rinda skatt av tí tað arbeiðsgevarin rindar at flyta teg frá A til B. Viðhvørt elvir henda regla til órímiliga harða skatting, ið als ikki stendur mát við vunnu inntøkuna, eitt nú tá sjómaður búsitandi í Føroyum mynstrar umborð á skipi í Grønlandi, Brasilia ella Kina.
Lat okkum taka eitt dømi at lýsa trupulleikan. Tveir skattgjaldarar eru grannar í Runavík og hava fría ferð millum bústað og arbeiðsstað. Annar arbeiðir í Havn og arbeiðsgevari hansara rindar ferðaútreiðslurnar millum Runavík og Havn. Hjá hesum er í fyrra lagi lætt at fáa staðfest ferðaútreiðslurnar, sum er grundarlagið fyri skattingini, og í øðrum lagi er talan ikki um eina stóra útreiðslu.
Sjómenn fáa óhepna og órímiliga skattarokning
Eisini hjá grannanum rindar arbeiðsgevarin ferðaútreiðslurnar, men hesin hevur arbeiðspláss á skipi, ið liggur í Kina. Tá kann tað í fyrra lagi verða trupult at fáa staðfest støddina av útreiðsluni av ferðingini millum bústað og arbeiðsstað, og í øðrum lagi kann tað blíva talan um eina sera stóra og tyngjandi útreiðslu fyri viðkomandi.
Nógvir føroyskir sjómenn eru burtur fýra vikur og heima í fýra. Við verandi reglum merkir tað, at teir rinda skatt av 15-20 ferðum millum t.d. Føroyar og Grønland árliga. Og tað eru stórar upphæddir. Sama er galdandi fyri mongu føroyingarnar, sum arbeiða á landi í Noreg ella í Grønlandi.
Verandi rættarstøða hevur sostatt í summum førum óhepnar og órímiligar avleiðingar fyri ávísar skattaborgarar. Harafturat hevur tað víst seg at reglan er nærum ógjørlig at umsita, tá talan er um ferð millum heim í Føroyum og arbeiðsstað uttanlands. Borgarar vita ikki, hvussu nógv arbeiðsgevarar teirra gjalda fyri ferðirnar, og heldur ikki er lætt at fáa hetta upplýst frá útlendskum arbeiðsgevarum.
Javnaðarflokkurin vil broyta skattalógina
Tí hevur Javnaðarflokkurin tikið stig til broytingar i skattalógini, sum Løgtingið viðgjørdi í farnu viku. Uppskotið ásetur, at útreiðslur, sum arbeiðsgevari rindar føroyskum skattaborgara fyri ferðing millum bústað í Føroyum og arbeiðspláss uttanlands, ikki skal roknast uppí skattskyldugu inntøkuna. Uppskotið er líkt tí, ið eg legði fram sum landsstýrismaður í fíggjarmálum í heyst. Málið fall tá burtur, tí løgtingsval varð útskrivað tann 27. september.
Samstundis leggur uppskotið upp til, at samdøgursfrádrátturin verður broyttur soleiðis at hesin bert verður veittur sambært skjalfestum útreiðslum.
Í dag er tað so, at persónar, ið eru fult skattskyldugir í Føroyum, men sum arbeiða uttanlands, hava rætt til ein inntøkufrádrátt vegna tær meirútreiðslur, ið standast av at arbeiða uttanlands. Frádrátturin verður nevndur samdøgursfrádráttur.
Skjalprógvaður frádráttur
Samdøgursfrádrátturin er í løtuni 300 krónur fyri samdøgrið og hava persónar, ið arbeiða uttanlands, rætt til henda frádrátt uttan mun til, hvørjar útreiðslur teir hava. Endamálið við frádráttinum er at kompensera fyri meirútreiðslur til húsaleigu, og ferða- og flutningsútreiðslur hjá teimum, sum hava sítt inntøkugevandi arbeiði uttanlands. Er tað so, at arbeiðsgevarin rindar ferðaútreiðslur, húsaleigu og uppihald annars, so hevur arbeiðstakarin ikki eyka útreiðslur orsakað av sínum arbeiði, og tá er heldur ongin orsøk at veita nakran frádrátt. ?
Við uppskotinum verða hesar reglur broyttar soleiðis, at frameftir verður frádráttur bert veittur fyri tær útreiðslur, persónarnir veruliga hava, og sum kunnu skjalprógvast.
Sum nevnt var uppskotið hjá Javnaðarflokkinum til fyrstu viðgerð í Løgtinginum hósdagin í farnu viku og er málið nú í fíggjarnevndini.