Felagsskapur samanber fosturtøku við knívdráp

Ein annar felagsskapur hevur sent hesum felagsskapinum eina átalu

Fosturtøka er dráp. Tað er boðskapurin hjá felagsskapinum Føroya Pro Vita, sum virkar fyri at verja tað fødda eins væl og tað ófødda barnið.

Felagsskapurin, sum er ímóti abort, hevur í gjár lagt eina dagføring út á Facebook, sum hevur elvt til mikið kjak á sosialu miðlunum.

Talan er um eina mynd frá amerikanska systur-felagsskapinum Live Action, har víst verður á, at 862,320 amerikanarar doyggja um árið av abort. Hetta talið verður samanborið við talið á teimum, sum verða dripin við skotvápnum og knívi. Til dømis verða sambært myndini 7.032 dripin við revolvara.

Síðani hevur felagsskapurin Pro Vita gjørt eina líknandi uppgerð fyri at samanbera tølini við føroysk viðurskifti. Pro Vita skrivar soleiðis:

"Eftir føroyskum viðurskiftum, eru deyðaorsökir sambart nýggjastu tölunum fra Hagstovuni (2017-2019), hesar:

Av riflu/byrsu................... 0
Av knívi o.l. ...................... 0
Av skambyrsu ..................0
Av fosturtöku ...................21"

Felagsskapurin Frítt Val, sum virkar fyri at fáa fría abort í Føroyum, hevur sent eina átalu og áheitan til Pro Vita, tí hetta er sambært Fríum Vali at fara út um alt mark. 

– Vónandi kunnu vit – Frítt Val og Pro Vita – verða samd um, at málburður, ið lýsir abort sum dráp, og sum skammar og niðurger tey, ið hava tikið abort, ikki ger nakað gott fyri nakran. Hetta virkar beinleiðis ímóti málinum hjá Pro Vita um at skapa eitt "stuðlandi og ódømandi umhvørvi", har fólk, ið "líða og syrgja" eftir eina abort, kunnu finna leking. Tvørturímóti er slíkur málburður einans við til at økja um stigmatiseringina av fólki, ið hava tikið abort, og forða fyri einum sakligum kjaki um hetta evni, skrivar Frítt Val.

Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Pro Vita Føroyum, men tað hevur ikki eydnast.