Fekk leikbann í átta dystir

Sjónband: Fyrrverandi Sunderland-leikari hevur fingið átta dystir leikbann fyri harðskapsatburð.

Roy O'Donovan hjá Central Coast Mariners í fremstu deildini í Avstralia kom í eitt satt ódnarveður, tá ið hann framdi harðskapsatburð í dystinum ímóti Wellington Pheonix í desembur í fjør.


O'Donovan, sum er íri og áður hevur spælt við Sunderland í Premier League, var í tvídrátti við Manny Muscat hjá mótstøðuliðnum, tá ið hann valdi at stúta honum ein beint frammaná.


Avstralska fótbóltssambandið boðar nú frá, at Roy O'Donovan hevur fingið átta dystir leikbann. Manny Muscat sleppur heldur ikki óskalaður – hann fær tveir dystir leikbann fyri at nýta albógvan.


Sjónband av hendingini sæst omanfyri.