Fegnast um at fáa tvey norðurlond í bólkin (FM1)

(FM1) Aðalskrivarin hjá FSF, Virgar Hvidbro staðfestir eisini eitt gott EM-lutakast

- Tað er sera gott at koma í bólk við tveimum norðurlondum, og eisini at fáa eitt lið sum Malta í bólkin.

 

Aðalskrivarin hjá FSF, Virgar Hvidbro er ein fegin maður. Norðurlendsku fótbóltssambondini hava tøtt og góð viðurskifti, og tí er Virgar serliga glaður fyri, at Noreg og Svøríki komu í okkara EM-undankappingarbólk. Spania er eitt spennandi lutakast, og Malta er ítróttarliga eitt gott lutakast.

 

Virgar Hvidbro staðfestir, at tað verður eingin dystur í Føroyum í mars ella í november. Í dupultumførunum í EM-undankappingini, ið verða avgreidd í juni, september og oktober koma Føroyar at verða á heimavølli í fimm av seks dystum. Í mars og í november verður talan um dupultumfar á útivølli.

 

Virgar Hvidbro fegnast um, at nú er tað umsitingin hjá UEFA, ið skerir ígjøgnum og setir dagfestingarnar fyri dystirnar. Dagarnar við hørðu telvingini millum londini, ið eru í undanbólki saman er ein farin tíð.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDIN, og hoyr samrøðuna sum var við Virgar Hvidbro beinleiðis á FM1 fyrr í dag.