FC Keypmannahavn hevur í heyst framt størsta bragd hjá dønum í Champions League nakrantíð. Donsk lið hava nakrar ferðir spælt seg til bólkaspælið í sterku europeisku kappingin, men ongantíð áður hevur eitt danskt felag spælt seg víðari frá bólkaspælinum.
FCK var í bólki saman við Barcelona, Rubin Karzan og Panathinaikos, og tað gekk so væl, at FCK endaði sum nummar 2 í bólkinum ? fýra stig frammanfyri Rubin Kazan, ið var nummar 3 ? og harvið er FCK víðari í kappingini.
Seinasta umfar í bólkaspælinum var í kvøld, og FCK vann 3-1 á Panathinaikos. Málini skutu Martin Vingaard, Jesper Grønkjær, og eitt var sjálvmál. Barcelona vann 2-0 á Rubin Karzan.
FCK skal harvið spæla 1/16 finalu í februar og mars.