Norska tíðindasíðan E24 skrivar í morgun, at oljufelagið Faroe Petroleum hevur funnið meira olja í Norðsjónum.
Í fjør kunngjørdi Faroe Petroluem Brasse-fundið, sum er eitt av størstu fundum har í Norðsjónum. Nú hevur Faroe Petrolum borað ein nýggjan avmarkandi brunn í sunnara parti av hesum fundi og funnið meira olju.
Sambært E24 verður einki sagt um, hvussu olju er funnin afturat. Upprunaliga fundið varð mett til at innihalda 51 til 94 milliónir føt.
- Vit eru sera væl nøgd við nýggju boringina. Vit hava funnið olju av góðari góðsku, sigur Helge Hammer, stjóri í Faroe Petroleum Norge, við E24.
Nú skal Faroe Petroleum gera eina royndarframleiðslu í nýggja fundinum.