Tað er einar 3.000 krónur dýrari um mánaðin at liva hjá eini vanligari familju nú, enn tað hevur verið Tær veksandi útreiðslurnar eru eisini helst orsøkin til, at hugurin at læna pening til eitt nú bilakeyp, er minkaður.
Peningastovnarnir vilja tó framvegis læna fólki pening. Men tað er ikki so einfalt longur. Umsóknirnar verða neyvt viðgjørdar út frá møguleikunum at gjalda lánið aftur, siga bæði Norðoya Sparikassi og Føroya Banki við útvarpið hjá Kringvarpinum.
-Fólk hava ikki eins stóran áuga í at lána pening til nýtslu, sum tey hava havt. Millum annað er áhugin fyri at seta seg fyri stór billán minkaður munandi, siga stjórin í Norðoya Sparikassa, Eyðfinn Reyðberg og stjórin í Føroya Banka, Súni Schwarts Jacobsen.
Hækkandi útreiðslurnar stava frá hækkandi rentu á sethúsalánum, hækkandi oljuprísum og ikki minst eini munandi hækking á matvøruprísunum.









