Stívliga eitt hálvt ár er nú liðið, síðan norski miljarderurin, Tom Hagen, varð leyslatin eftir at hava sitið avbyrgdur í varðhaldi í 11 dagar, skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen, sum sporleyst hvarv úr heimi sínum í Lørenskog hin 31. oktober í 2018.
- Eftir okkara tykki stendur løgreglan veikari í dag, enn hon gjørdi eftir leyslatingina, heldur verjin, Svein Holden, sum megnaði at loysa Tom Hagen úr varðhaldinum, tó at hann í tingrættinum varð dømdur at sita í varðhaldi í fýra vikur. Tað var lagmannsrætturin, sum eftir eina kæru gjørdi av at leyslata hin skuldsetta.
Løgreglan hevur kannað húsini hjá ríkmanshjúnunum aftur og aftur, og í nakrar mánaðir legði løgreglan eisini hald á húsini. Men, í endanum av september slapp Tom Hagen umsíðir at flyta heim aftur til sín sjálvs, tí nú helt lagmannsrætturin, at løgreglan hevði havt húsini nóg leingi í sínari varðveitslu.
Síðan miljarderurin flutti heim aftur, hevur verið friðarligt í gøtuni innast við Sloraveien, har hjúnini høvdu sítt heim, men har Tom Hagen nú noyðist at liva uttan sín hjúnafelaga. Eingi prógv eru fyri, at Anne-Elisabeth Hagen er deyð, og eingi prógv eru fyri, at hon er á lívi. Hon hevur ikki givið eitt einasta lívstekin frá sær alla hesa longu tíð.
Verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, heldur ikki, at løgreglan nærkast nakrari ákæru í málinum, og sama heldur ríkmaðurin, sum løgreglan skuldsetir fyri dráp. Tom Hagen hevur fleiri ferðir endurtikið, at hann er ósekur og als ongan leiklut hevur í, at kona hansara er horvin.
Tað var hin 8. mai - á sjálvum frælsisdegi Noregs - at Tom Hagen slapp úr aftur varðhaldinum. Nú, stívliga eitt hálvt ár seinni, skriva Tom Hagen og verji hansara, Svein Holden, sambært Dagbladet ein teldupost til blaðið:
- Hugsaninar hjá løgregluni um møgulig motiv bóru ikki á mál í lagmannsrættinum, og hetta var ein orsøkin til, at Tom Hagen varð leyslatin. Eftir okkara tykki stendur løgreglan veikari í sínari søk í dag, enn hon gjørdi tá.
Dagbladet skrivar, at Hagen-familjan ikki hevur mist vónina um, at tey einaferð fara at fáa eitt svar, sum fer at siga teimum, hvat hendi konuni, mammuni og ommuni feigdardagin hin 31. oktober í 2018, tá hon sporleyst hvarv úr heimi sínum.
##med2##
- Anne-Elisabeth Hagen hevur verið burtur í tvey ár. Hjá hennara nærmastu hevur tað verið ógvuliga hart ikki at vita, hvat hendi henni. Fyri Tom Hagen hevur tað eisini verið ógvuliga krevjandi at vera skuldsettur fyri brotsverkið. Okkara ótti er, at tað ikki fer at eydnast løgregluni at finna Anne-Elisabeth Hagen og brotsmenninar, skrivar verjin í brævinum til Dagbladet.
Blaðið hevur eisini spurt løgregluna, um tey hava viðmerkingar til úttalilsini hjá verjanum, Svein Holden, sum heldur, at løgreglan nú stendur veikari í hesum máli, men tað hava tey ikki. Vit kunnu leggja aftrat, at ein av orsøkunum til, at verjin heldur, at løgreglan nú stendur veikari er, at løgreglan nú hevur viðgingið, at tey hava gjørt Tom Hagen órætt.
Leingi helt løgreglan upp á, at miljarderurin hevði slettað tvey uppkall á sínari fartelefon, har hann feigdarmorgunin hevði ringt heim til konu sína, sum ikki tók telefonina. Sambært løgregluni vóru tvey uppkall frá fartelefonini hjá Tom Hagen til Anne-Elisabeth Hagen slettað, soleiðis at samsvar ikki var millum útskriftir hjá televeitaranum og telefonina hjá miljarderinum, men nú hevur løgreglan viðgingið, at telefonin, sum er ein gomul Nokia, hevur slettað umrøddu nummur sjálv.
- Tað er tískil ikki Tom Hagen, sum hevur slettað hesi nummur, viðgongur løgreglan.
##med3##













