Falskar ákærur móti Dollanum í Congo

Vit fara nú at halda áfram við røðini um Daniel J Danielsen, sum var trúboðari í Congo 1901-1903 og síðan í Føroyum frá 1904 og til sín deyða í 1916.

Vit hava longu havt tríggar partar í Miðvikuni og ein part í Hendur ið Sleptu, sum alt vísir ein heilt ser­ligan persón, sum var við til at skapa heimssøgu fyri 100 árum síðan

Daniel Jacob, vanliga kallaður Dollin, var føddur í 1871, sonur eina einliga mammu, sum neyvan hevur verið heilt lætt tá í tíðini. Hann fær ein buldrasligan ungdóm men verður so radikalt umvendur í Glasgow. Hann kemur til Congo at virka fyri Congo Balolo Mission, har hann fær teknisku ábyrgdina av trimum av teimum sjey skipunum hjá missiónini. Hann var útbúgvin maskinmeistari.

Hansara søguligi innsatsur verður tó, tá ið hann gerst fremsti hjálparmaður hjá bretska konslinum Roger Casement á hansara kanningarferð fram við Congoánni í 1903. Endamálið var at kanna og staðfesta teir ræðuleikar, sum vóru framdir av umsitingini hjá Leopold kongi í Belgia, sum hevði Congo sum sína persónligu ogn. Hendan ferðin gjørdist byrjanin til endan hjá konginum, sum í 1908 mátti lata Congo frá sær.

Komin aftur til Bretlands heldur Dollin á við hesum virki fyri teimum kúgaðu í Congo, og hann gerst ein av teimum í fremstu røð at byrja ta fólkarørslu, sum eisini er ein partur av hesi søgu, og sum nærri verður komið inn á í komandi parti.

Øll stór menniskju hava sínar veikleikar. Tann hjá Dollanum var hansara sinni, sum eisini gav honum samstarvstrupulleikar við sínar egnu. Men hansara virksemi gjørdi hann eisini óynsktan av myndugleikunum í Congo, og tí kom hann til Føroyar at virka.

 

Hava fingið tilfar úr skjalasøvnum

Vit hava fingið ein hóp av til­fari afturat, sum lýsir lívið hjá Dolla­num. Tað er nóg mikið til fýra partar afturat teimum trimum, vit hava havt.

Hetta tilfar er fingið úr ymisk­um skjalasøvnum í Bretlandi. At hetta hevur latið seg gera er takkað verið beinasemi hjá fleiri, sum heitt hevur verið á.

Ein av teimum er David Isaac­son. Hann er ein ungur ortodoksur jødi í London, sum eg hitti fyri nøkrum árum síðani í Svínoy og havi havt samband við síðan. Hann hevur á skjalasavnið í London funnið sera áhugavert tilfar, brævaskifti og greinir, í skjala­savninum hjá Edmund Morel, sum stóð á odda í stríði­num móti belgiska konginum Leopold í Europa og í USA. Hetta tilfar er grundarlagið fyri komandi parti í hesi røð.

Sámal Mikkelsen úr Klaksvík lesur gudfrøði í Glasgow. Hann gjørdu sær tann ómak somu viku, sum hann skuldi giftast, at fara til Edinburgh og leita eftir tilfari úr skjalasavninum hjá Balolo missiónini, sum Dollin virkaði fyri, og sum er grundarlag fyri hesum parti. Alt hetta tilfar merkir, at vit kunnu betur útgreina tað, sum er skrivað í fyrstu pørtunum.

Echoes of Service er eitt gam­alt missiónsblað, har Dollin skriv­aði nógvar frásagnir frá sínum virk­semi í Føroyum. Hetta er eisini sera áhugavert tilfar. Jane Cox, sum arbeiðir á blað­num, gjørdi sær tann ómak at blaða alla árgangir frá 1904-1916 ígjøgnum, og hon tók kopi av øllum grein­unum og sendi okkum tær.

Alt hetta hevur gjørt sítt til, at vit kunnu bera hesa sera áhugaverdu og nærum ókendu søgu um havnarmannin, sum var í fremstu røð í heiminum í teirri rørslu, sum tá stríddist móti harðræði og fyri manna­rætt­indum. Vit takka øllum, sum hava givið sítt íkast.

Vit hava eisini ráðført okk­um við norðmannin Espen Wæhle, sum er ein tann fremsti Congoserfrøðingur í Norðan­lond­um. Hitti hann í seinasta viku, og hann var ovfarin og fegin um alt tað tilfar, sum er fingið til vega um Dollan, og sum kemur at seta hann sum ein týdningarmiklan part av søguni hjá skandinavum í Congo. Hann metir, at henda frásøgnin týdd til enskt kundi havt stóran áhuga úti í heimi.

Tað eru framvegis leysir endar, sum Espen framhaldandi fer at royna at fáa greiðu á.

Í hesum partinum fara vit at greiða frá teimum trupulleikum, sum Dollin fekk í Congo. Fyrst og fremst av følskum ákærum um, at hann skuldi havt nýtt somu mannagongd móti teimum innføddu, sum valdsharrarnir nýttu, og síðan um stríðið fyri at koma aftur til Congo at virka.

Í 5. parti verður greitt frá tí sambandi sum Dollin hevði við Edmund Morel, eftir at hann var komin aftur til Bretlands. Greitt verður frá teimum fundum, sum hann hevði í Bretlandi og greinum, hann skrivaði í bløðunum.

Í 6. og 7. parti verður greitt frá hansara virksemi í Føroyum, grundað á hansara frasagnir til Echoes of Service. Tað er nakað nógv skrivað um hetta í bókini ”Men Gud gav Vøkst” hjá Sigurd Berghamar, so tað verður minst møgulig endurtøka.

Men hetta tilfar er partvíst ein góð samtíðarlýsing av lívinunm í Føroyum um hetta mundi, eins og tað er ein góð lýsing av andaliga lívinum um ta tíðina, tá ið Brøðrasamkoman fær fótin fyri seg. Hetta kann saktans eisini hava almennan áhuga.

Um tað verður meira valdast, hvat tilfar kemur undan kavi.

 

Kæran, sum vísti seg at vera følsk

Ein spurningur, sum verður við­gjørd­ur í tí, sum er skrivað um Congo, er eisini tann viðferð, sum trúboðarar kunnu hava givið teimum innføddu. Tað kann ikki undra um tað hava verið spenn­ingar, tí tað var jú stórur munur millum hugburðin hjá teimum innføddu og teimum hvítu, eisini fyri tað um teir vóru trúboðarar. Tað var eisini vanliga fatanin, at tey innføddu ikki fingust at arbeiða uttan við eini harðari hond.

Tí hevði Balolo missiónin eisini gjørt sína leiðbeining ”Pinciples and Practice” um, hvussu farast skuldi við teimum innføddu. Her var likamlig revsing bannað. Hóast hetta vóru hendingar nú og tá, sum vóru í stríð við hesa reglugerð.

Her stóð Dollin rættiliga fyri skotum, tá kært varð um hann til høvuðsstýrið fyri Balolo Congo Mission ”Home Council”, sum hevði sæti í London.

Vita fara at lýsa hetta mál fyrst og fremst út frá fundarbókini hjá Congo Balolo Mission. Eina serliga viðgerð fær bókin hjá svenskaranum David Lagergren ”Mission and State in the Congo”, sum er ein útgreining av viðurskiftunum millum prote­­stant­­iskar trúboðarar og myndugleikarnar í Congo árini 1885-1903.

Hetta stýri hevði fundir nakrar ferðir árliga, og tá ið vit koma til 1903 er talið á fundum komið uppá 100 fundir. Teir verða hildnir í Harley House, sum er missiónsskúlin, har Dollin var, áðrenn hann fór til Congo, og eisini har hann búði, tá ið hann var í London aftaná heimkomuna. Annars búði hann eisini í Glasgow.

Formaður í stýrinum var Harry Grattan Guiness (1861-1915). Pápi hansara við sama navni, stovnaði fyrst Livingston Inland Mission og síðan Congo Balolo Mission.

Guinnes var upprunaliga iva­­sam­ur um frásagnirnar um yvir­­gang­in í Congo. Í royndunum at víðka virksemið hjá missiónini hevði hann nógv samband við myndug­leikarnar í Belgiu. Í hesum sambandi vísti hann ofta á, hvussu væl missiónin og myndug­leikarnir samstarvaðu í økinum.

Men seinni broytti hann kós og fór fult út í part við tey, sum bardust ímóti hesum vanstýri, og er hann tískil farin í part við Dollan. Sagt verður eisini, at Guiness setti Dollan sera høgt.

Hvør fundur byrjar við bøn og við, at fundarbókin fyri undan­farna fundin verður lisin og góðkend. Øll mál fáa eina hampiliga stóra umrøðu í fundar­bókini, og tí fæst ein góð mynd av, hvat ið hevur gingið fyri seg.

Tað er ikki vist, at vit hava fingið alt við. Men vit hava tikið við teir fundir, sum Séamas Ó Síocháin hevur víst til, tá ið vit áður hava havt samband við hann. Hann er annar av teimum, sum hevur skrivað bókina ”The Eyes of Another Race”, sum er ein frágreiðing um ferðina hjá Casement, og sum er høvuðskeldan til hesa frásøgn.

 

Fundarbókin

Tann fyrsti fundurin um hetta mál var 27/11/02.

Fyrst skal endurgevast tað, sum stendur í fundarbókini:

”Eitt langt og álvarsamt orðaskifti varð í samband við eina frágreiðing hjá Mr. Sawyers, sum beint var afturkomin úr Afrika, nú hann hevði lagt frá sær í missiónini.

Vísandi til sína støðu klagaði hann um, at økisnevndin í Congo ikki hevði givið honum møguleika at framføra síni sjónarmið fyri henni. Nevnin samtykti at gera kanningar av hesum viðurskiftum saman við Mr. Ruskin og Mr. Harbet. (Teir vóru til staðar á fundinum og mæltu frá, at Sawyers skuldi verða sendur aftur til Congo.) Síðan kom Sawyers við einum hópi av útsøgnum til nevndina, og aftast í fundarfrásøgnini er ein samandráttur av hesum. Sawyers framførdi álvarsom óreglulig viðurskifti, sum hann pástóð fóru fram, serliga á dampskipunum og missiónsstøðini Bonginda (har Dollin virkaði).

Guinnes nevndi nakrar útsagnir, sum Mr. Sawyers hevði sagt honun í samband við Hr. Ellary, trúboðari. Hetta var millum annað viðvíkjandi eini ógrundaðari ákæru um morðroynd á Mr de Grey frá Waka. Umframt tað, at Mr. Harris - eftir at hava havt at einum handilsmanni fyri at hava nýtt pískin - hevði sent eitt bræv til sama handilsmann og biðið hann heldur nýta pískin móti einum av egnu arbeiðarunum hjá Mr. Harris.

Sum eitt úrslit av hesum varð einmælt samtykt, at allir trúboð­arar sum vóru heima í farloyvi, skuldu hittast við nevndina hós­dag eftir til eina ráðstevnu fyri at fáa allan sannleikan fram í hesum máli.

Álvarsligar bønir vóru bidnar viðvíkjandi niðurstøðuni av hesum fundi.

 

Samandráttur av kæruni:

Mr. Sawyers sigur í ein frágreið­ing frá, hvat hann hevur sæð í fimm vikur, tá hann var í Bong­inda saman við Mr. Clark á síni ferð oman eftir Congoánni. Hann fór úr Baringa 8. august, og hann var í Bonginda tær tvær seinastu vikurnar í august og allan september.

Alla hesa tíðina nýtti Danielson pískin ”the chicotto”, og umborð á dampbátinum var tað dagligur kostur, at menn vóru húðflongdir hvønn morgun, um teir ikki høvdu fingið til vega ta ásettu nøgdina av brenniviði til maskinuna. Menninir vóru lagdur á jørðina og fingu hvør 25 sløg. (Vanliga revsingin hjá gummifyritøkunum var 50 sløg, okkara viðmerking).

Pískurin hevði fýra álir av húð av áarrossi flættaðar saman.

Danielson koyrdi eisini menn og kvinnur í varðhald, tá ið teirra menn ella vinir ikki komu við nóg mikið av viði. Mr. Sawyers segði, at hann sá meira enn eina ferð menn og kvinnur í varðhaldi, meðan hann var í Bonginda. Hetta var einasta stað, har hann hevði sæð hesa framferð.

Mr. Sawyers varð spurdur, um hann var varugur við nakran annan persón í missiónini, sum nýtti pískin móti teimum inn­­føddu. Fyrst svarandi hann nokt­andi, men segði síðan, at Mr. Wallbaum hevði ikki bert sæð Danielson nýta hesa framferð, men hann hevði eisini nýtt hana mangar ferðir. Hann váttaði, at tað var ”meira enn sjey ferðir men minni enn 12 ferðir”.

Sawyers segði, at Mr. Arm­strong, Mr. Gilchrist og aðrir limir í missiónini kendu hesa manna­gongd. Hann hevði eisini hoyrt, men ikki sæð, at Mr. Ellery hevði pískað eina kvinnu í eini bygd og eisini hennara smáu døtur.

Sjálvt um tey innføddu vóru tápulig, og tað var neyðugt í minstu smálutum at siga teimum, hvat tey skuldu gera, so hevði tað ongantíð skapað honum trupul­leikar í samband við hansara smíðingarvirksemi. Hann helt, at tey arbeiddu hampiliga væl.”

 

Viðmerking

Vit hava roynt at fáa meira at vita um hendan Sawyers, men tað er ikki eydnast enn. Hann er ikki nevndur í nøkrum av okkara keldum. Men hann hevur bæði verið trúboðari og havt smíðing sum yrki. Hetta var ikki óvanligt, at missiónin eisini hevði fólk til eina handliga upplæring av teimum innføddu.

Tað tykist greitt at ”the counsil” ikki hevur havt havt nakað serligt álit á Sawyers, tí teir mæla frá, at hann verður sendur aftur til Congo. Tað, sum eisini man hava fingið nevndina at ivast, er, at trúboðarin Harris eisini verður lagdur undir sama ágang. Hann er annars roknaður sum ein av teimum lutfallsliga fáu trúboðarunum, sum royndu at verja fólkið móti yvirganginum hjá myndugleikunum.

Men hetta eru sjálvsagt sera álvarsligar ákærur móti einum trúboðara.

 

Fríkenningin

Hósdag 24. september 1903 er fundur í ”the Home counsil” í London.

Her verður fyrst greitt frá, at Sir Alfred Jones, konsulin hjá Congo í Liverpool, hevði boðað frá, at hóast stjórnin í Congo ikki vildi geva missiónsfeløgum øki til nýggjar missiónsstøðir, so vildi hon fegin lata Balolo missiónini fíggjarligan stuðul. Tað kann hugsast, at hetta hevur verið eitt slag av mutur fyri at fáa Balolo missiónina at tiga um viðurskiftini í Congo. Jones var ikki heilt ókendur við mutur. Tá ið Edmund Morel arbeiddi á Elder Dempster skipafelagnum, sum sigldi millum Europa og Congo, og Morel kom fram til, at her ruggaði ikki rætt, var tað Jones, sum bjóðaði Morel eina stóra lønarhækking fyri at tiga. Hetta miseydnaðist eisini.

Jones var ein forrætnings­maður, sum hevði tætt samband við skipafelagið sum sigldi millum Liverpool og Congo, og hann var ein íðin verji av stýrinum í Congo.

Dr. Harry Guinness greiddi frá á fundinum, at eftir sum Danielsen varð boðsendur at koma heim vegna ákærur móti honum av privatpersóni, og hesar kærur høvdu víst seg at vera falskar ella í hvussu er vilt yvirdrivnar, varð henda boðsending um at koma heim afturkallað.

Ákærur vóru eisini settar fram móti trúboðararnar Mr. Armstrong, Mr. Ellery umframt Dollan.

Teir høvdu allir svarað hesum ákærum. Tað var staðfest við stórum nøgdsemi, at teirra frá­greið­ingar eftir gjølligar kanning­ar hava verið góðkendar av ”the counsil”, sum fullkomiliga tekur frástøðu frá øllum ákærum móti nevndu persónum.

Tað varð greitt frá, at Daniel er á veg heim oman eftir Congoánni, tá hansara heim­kall­ing vegna hesa ákærur verður afturtikin. Tá er tað, at Roger Casement, sum skal gera eina ferð við amerikanska missións­bátinum ”Henry Reed”, manglar ein skipara/maskinmeistara. Casement hittir Dollan og biður hann kom við, og tað gjørdi hann so. Sigast kann kanska, at tað var henda kæran, sum gjørdi, at vit kunnu skriva eina slíka søgu.

 

Bakbit í trúboðarasøgu

Her skal skoyast uppí, at hetta mál eisini hevur verið umrøtt í bókini hjá David Lagergen.

Her verður henda kæran hjá Sawyers rátt endurgivin, men tað verður einki sagt um niður­støðuna hjá stýrinum, og tí standa hesar kærur í leysari luft í bókini. Tað verður bert greitt frá, at kærurnar vóru viðgjørdar á einum fundi í Home Council, sum er umrøddur í fundarbókini og á einum serligum fundi saman við trúboðarum, sum vóru heima í farloyvi. Tað, sum var serliga óheppið, var, at frágreiðingin frá hesum fundi varð likin til umboðsmenn fyri gummiídnaðin í økinum, har Dollin virkaði, og hetta kann saktans hava verið brúkt ímóti honum.

David Lagergren tykist eisini at hava verið ímóti Dollanum. Tað skilst á hansara bók, at ákærurnar eru rættar, og hann undirbyggir hetta við at vísa til dagbókina hjá Casement, har hann nevnir dømi um, at Dollin er lopin fram av. Hetta tykist at vera beinleiðis lúsut. Tí tað sum Casement nevnir í síni dagbók er ”bert”, at Dollin hevur givið onkrum dreingi ein frammaná. Hetta kann ikki sammetast við ákærur um písking av fólki og gíðslatøku.

Tað er so avgjørt einki, sum bendir á, at Casement ikki hevði álit á Dollanum, heldur er tað hinvegin. Tað er jú eisini, meðan hann er á veg heim orsakað av hesum máli, at hann verður biðin til skipara hjá Casement. Hann hevði neyvan verið góðkendur av honum, um hesar ákærur vóru rættar.

Niðurstøðan má tí vera, at Dollin helst av sínum sinnalagi hevur skapað sær óvinir millum teir hvítu, og hesir hava so ella so viljað lagt honum meinbogar í vegin.

Hetta hendi eisini í eini støðu, har trúboðarar vóru í villareiði, um teir yvirhøvur skuldu finnast at stjórnini ella ikki fyri hennara viðferð av fólkinum. Dollin hevði honum líkt eina greiða støðu, meðan aðrir vóru meira lunkaðir. Tá kundi tað lættliga enda soleiðis, sum her er greitt frá.

Tað er eisini løgið, at einki orð verður í somu bók hjá Lagergren sagt um tað, sum Dollin, hóast hvat kundi havt verið, hevði gjørt fyri fólkið í Congo, meðan hetta verður nevnt um aðrar trúboðarar sum J. H. Harris, sum fyrst var lunkaður móti myndugleikunum, men seinni fóru í part við fólkinum.

 

Dollin er komin heim

Fyrst í oktober kemur Dollin heim til Bretlands og hetta merkist eisini á fundarbókini hjá Home Council, har tað tann 22. oktober 1903 verður sagt:

”Tað var einmælt samtykt at bíða eftir heimkomuni hjá Mr. Casement, bretska konsulinum, áðrenn tilfarið hjá Danielsen um ræðuleikarnar í Congostatinum verður nýtt..

Hetta sigur so nakað um, at Dollin beinanvegin, hann er heim­komin, ætlar at fáa Missiónina at leggja í vaðið fyri at kunna um støðuna hjá fólkinum í Congo heima í Bretlandi.

Men sum tað fer at koma fram í komandi parti av hesi frásøgn, hevði Dollin ikki tíð at bíða. Casement kom heim 1. desember, men longu 7. november hevur Dollin sín fyrsta almenna fund um skilið í Congo.

Men hetta hevur ikki skapt skilna millum partarnar. Tann 26. november verður sagt í fundarbókini:

”Tað varð greitt frá, at Pioneer, ein av missiónsbátunum, skuldi hava ein nýggjan ketil. Her hevði Danielsen gjørt sítt tilmæli, og samtykt varð at fylgja tí.”

 

Aftur til Congo ella ikki

Tað sum nú verður ein avgerandi spurningur hjá Council er, hvørt Dollin skuldi sendast aftur til Congo ella ikki, og hetta kemur eisini upp á hesum fundinum.

Her verður víst til, at trúboðara­felagin Armstrong sigur, at útsagn­irnar hjá Danielson eru víttgangandi og óálítandi, og hann mælir til, at Danielson ikki verður sendur aftur til Congo. Henda sakin var gjølla viðgjørd. Aftaná gjølla viðgerð samdist nevndin um, at bíðað verður við at taka avgerð, tá tað ikki ber til at taka støðu til mótstríðandi metingarnar um Danielson.

Eitt bræv varð eisini lisið frá Danielson, har hann biður um at ein endalig støða verður tikin til hansara framtíð viðvíkjandi Congo. Men semja var um, at nevndin mátti bíða eftir endaligu niðurstøðuni frá økisnevndini ”Field Committe” í Congo, áðrenn støða kundi takast.

Dr. Harry Guinnes útgreinaði stutt, hvat gerast skuldi við­víkjandi Congo. Uppskot var um at gera ein bókling, sum skuldi innihalda teir veruleikar, sum trúboðararnir høvdu um vanstýrið í Congo. Hetta var eisini gjørt við einum bóklingi, sum kallaðist Congo Slavery. Tað var eisini samtykt at halda eina røð av stórfundum í teimum stóru býunum í Bretlandi. Nevndin tók av fullum hjarta undir við hesum tilmæli, at tað skuldi verða sett í verk.

Júst hetta við ætlaðu fundu­num er rættiliga áhugavert, tí hetta verður samtykt, áðrenn Casement er heimkomin.

Sum greitt verður frá í komandi parti hevði Dollin longu fyrst í november havt stórar fundir í Edinburgh, eins og hann hevur havt samrøður við fleiri bløð um støðuna í Congo. Hetta kundi bent á at missiónin eftir hesi stig hjá Dollanum er sannførd um, at missiónin mátti fara inn í málið. Men missiónin hevur undir øllum umstøðum byrjað sítt virksemi, áðrenn tað var ætlað.

Hóast pástandin um, at Dollin skuldi vera víttgangandi í sínum útsagnum, er einki sum bendir á, at tað, sum hann hevur sagt um Congo, ikki skal vera eftirfarandi.

 

Hóttan úr Congo

Tann 26. januar 1904 er fundur í ”counsil”, og aftur er framtíðin hjá Dollanum í Congo til viðgerð.

Her verða brøv lisin frá Walbaum og Steel, sum boða frá, at teir vilja loysast úr starvi, skuldi Danielson komið aftur til maskindeildina hjá missiónini.

Tað varð samtykt, at tað besta vildi verið, at mælt Dollanum til at senda inn eina uppsøgn.

Á hesum fundi varð eisini einmælt samtykt at senda eitt bræv til bretsku stjórnina so skjótt sum gjørligt um viður­skift­ini í Congo. Tað varð eisini samtykt, at sendast skuldi eitt kopi av brævinum til konsulin hjá Congo í Liverpool, Alfred Jones, sum er umrøddur fyrr sum handlangari hjá Leopold kongi.

Á fundi tann 23. februar 1904 varð greitt frá, at svar var komið frá Uttanríkisráðnum til fyrr umrødda bræv. Í hesum sambandi tók Guinnes á seg at hitta konsulin hjá Congo í London fyri at fáa enn betur greiðu á almenna politikkinum í Congo.

Málið viðvikjandi Dollanum verður umrøtt. Og tað var ein­mælt samtykt, nú hann hevði biðið um tað, at bíðað varð eftir ummæli frá økisnevndini í Congo, áðrenn hann sendi eina uppsøgn.

Tað varð eisini samtykt, at tað varð sent honum eitt bræv, har sagt varð frá, at tað er lítil vón um, at hann verður sendur aftur til Congo. Hann skuldi tí taka við møguligum øðrum starvi, sum hann kundi fáa í boði. Í meðan skuldi framhaldandi samskifti fara fram við økisnevndina í Congo.

Av áhuga kann her verða skoytt uppí, at nevndin við takksemi hoyrdi frágreiðing frá Guinnes um teir fundir, hann hevði skipað fyri í Skotlandi um viðurskiftini í Congo, og at tað hevur verið so stórur áhugi fyri hesum fundum. Hetta var eitt fundarvirksemi sum var byrjað av Dollanum.

Á fundi tann 22. mars 1904 verður eitt bræv lisið frá Armstromg um Danielsen og tað arbeiðið, hann hevur gjørt í maskindeildini, og her varð útsagnin endurtikin um hvussu óeftirfarandi tað var, sum hann segði. Hetta man vera meira smáligheit enn nakað annað.

Eftur at hava viðgjørt málið sera gjølla, var einmælt sam­tykt at bíða við endaligari støðu­takan, inntil svar var komið frá økisnevndini uppá brævið frá Guinnnes.

 

Trupulleikar um hann giftist

Fundur er 17. mai 1904, har sagt verður frá:

”Tað var komið bræv frá Daniel­son, har hann strongdi á at fáa eitt endaligt svar um sína framtíð í missiónini. Hann greiddi eisini frá síni ætlan um at giftast í komandi viku. Eftir enn eina gjølla viðgerð varð samtykt, at eingin endalig avgerð kundi takast fyrr enn frætt var aftur úr Congo.

Men havandi í huga teir sam­starvs­trupulleikar, sum kundu væntast í maskindeildini, er tað mest sannlíkt, at hann ikki verður sendur aftur til Congo. Vísandi til ivan um hansara framtíð, kann nevndin ikki síggja nakran møguleika at góðkenna ætlaða giftarmálið. Tey føldu, at skuldi nevndin í Congo komið við ynski um, at hann skuldi avstað aftur, varð nóg góð tíð til at hugsa um eina trúloving.

Sjálvt um nevndin ikku kundi forbjóða giftarmálinum, føldi hon, at um tað varð framt, kundi hetta gera viðurskiftini enn truplari.”

Orsøkin fyri hesum var helst tann, at Missiónin eisini skuldi góðkenna konurnar, sum fóru út við trúboðarunum, og í hesum førinum vistu teir ikki so frægt, sum hvør hon var. Men seinni royndir vístu tó, at henni var so einki galið við.

 

Óynsktur av myndug­leikunum í Congo

Á fundu 14. juni 2004 byrjar ein avkláring at nærkast. Tað verður sagt í fundarbókini:

”Brøv vóru lisin frá limunum av Field Committe, økisnevndini í Congo. Hetta vóru svar uppá teir fyrispurningar sum eru settir hesi nevnd viðvíðjandi spurninginum, hvørt Danielson skuldi sendast aftur til missiónsmarkina.

Tað hevur verið avgjørt av ”council” at gera eina endaliga niðurstøðu nú heldur enn at bíða eftir einum endaligum fundi, serliga nú, ið Danielson legði trýst á at fáa eina endaliga niður­støðu um sítt framtíðar samband við missiónina.

Hr Jackson mælti til, at havandi í huga hesar verunleikar:

1. Meirilutin av nevndarlimunum í Field Committe eru ímóti, at hann kemur aftur.

2. At lata hann koma aftur til Congo fer at føra til, at trupul­leikarnir í maskindeildini fara at halda áfram.

3. Hann er óynsktur av myndug­leikunum í Congo.”

Júst hetta punkt man hava komið væl við, tí hetta avgjørdi málið endaliga. Men hetta er eisini eitt gott eftirmæli at hava hjá Dollanum.

Á fundinum var eisini eitt evni, hvussu viðurskiftini á maskin­deild­­­ini skuldu skipast, og hvussu Daniel­son kundi vera til hjálpar í so máta.

Annars staðfesti Home Council, at burtursæð frá hansara sinni og samstarvs­trupulleikum, so høvdu teir einki ímóti Danielson, og um tað var ynskt, vildu teir geva honum sítt viðmæli sum ein samvitskufullur arbeiðari, fyrsta floks mekanikari og ein álvarsamur kristin.

 

Fer til Føroyar

Á fundi 12. juli 1904 verður eitt bræv lisið frá Danielson í sam­band við hansara uppsøgn. Eftir eina gjølla viðgerð varð samtykt at senda honum eitt bræv at spyrja hvørjar framtíðarætlanir, hann hevði, og sagt varð frá, at missiónin vildi gjalda honum fyri ferðina til Føroyar ella onkra aðra staðni í heiminum, har hann kundi finna arbeiði.

Tann 6. oktober 1904 er vist seinasti fundur, har Dollin er á fundarskránni hjá Congo Balolo Mission.

Bræv varð lisið frá Danielson, har hann greiddi nevndini frá sínum ætlanum at byrja virksemi í Føroyum, sum hann skuldi stuðla sær sjálvum at gera evangeliskt arbeiði millum sítt egna fólk, soleiðis sum møguleikarnir fóru at vísa seg. Hann greiddi frá, at kostnaðurin av at fara til Føryar var 10 pund, og nevndin samtykti einmælt at rinda hesa upphædd.

Hetta merkir sostatt, at tað er í oktober 1904, at Dollin kemur aftur til Føroya at virka eftir at hava verið í Føroyum ein stuttan túr á vári sama ár, har hann hevur víst ljósmyndir úr Congo.

 

 

 

------------------------------------

 

 

 

Næstu ferð

Í komandi parti verður

serliga greitt frá samskifti­num millum Daniel J. Danielsen og Edmund Morel, eftir at Dollin er komin aftur til Bretlands. Her sæst, at Daniel er í fremstu røð í tí virksemi, sum fer fram fyri at verja fólkið í Congo móti yvirganginum hjá Leopold kongi.