Fakfeløg krevja betri sømdir úr ALS

Fakfeløg, sum tilsamans umboða næstan allar løntakarar í landinum, krevja nú, at útgjaldið úr ALS skal hækka og at tað, sum inngjaldið lækkar, skal koma løntakaranum sjálvum til góðar

Arbeiðsloysisskipanin

Tey, sum eru arbeiðsleys, skulu nú fáa 80% av eini vanligari arbeiðsmannaløn úr ALS. Samstundis skal tað, sum løntakarar spara við at inngjaldið lækkar niður í 0,5% av lønini, ikki takast til onnur endamál, men koma løntakarunum sjálvum til góðar.
Hetta hava fakfeløg, sum umboða næstan allan tann føroyska arbeiðsmarknaðin samtykt.
Hósdagin høvdu fakfeløgini, sum eru umboðað í ALS stýrinum, kallað saman til fundar at viðgera støðuna í ALS.
Tað er serliga nú eftir at Stýrið hevur gjørt av at lækka inngjaldið í skipanina, at málið verður tikið upp, tí samstundis hava politikarar róð framundir, at tað, sum fólk spara við hesum, skal brúkast til at fíggjað ein betri barnsburðargrunn við.
Men tað mótmæla tey umleið 20 fakfeløgini, sum vóru umboðað á fundinum hósdagin. Verða tey ymsu lokalfeløgini hjá Føroya Arbeiðarafelag tald við, vóru tey kanska 40 fakfeløg, ella fleiri, umboðað, og kravið frá fakfeløgunum er nú sent stýrinum fyri ALS, politikarunum og fjølmiðlunum.
Ingbeborg Vinther, sum sjálv umboðar fakfeløgini í í stýrinum fyri ALS sigur, at tey hava arbeitt í meiri enn eitt ár fyri at fáa útgjaldið úr ALS til at hækka upp í 80% av eini vanligari arbeiðsmannaløn.
Fakfeløgini hava trý umboð av sjey í ALS og og veit ikki, um samtyktin, sum nú er gjørd í fakfeløgunum, fer at broyta støðuna, tí feløgini eru í minniluta.
? Tað hevur eisini verið frammi, at skal útgjaldið hækka, skal tíðin, sum fólk kunnu vera í ALS, eisini lækkast.
? Men tað sigur seg sjálvt, at vit kunnu ikki ganga við til at gera skipanina verri, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at tað, sum feløgini vilja, er, at skipanin skal batna.
?Tað hevur alla tíðina verið semja um, at tá ið tíðirnar batna, skal skipanin eisini gerast betri.Men tað er ikki hent, hóast tíðirnar nú eru so góðar sum ongantíð áður.
?At koyra fólk skjótari úr skipanini, er ikki tað at koyra fólk skjótari úr henni, leggur hon afturat.
Hon væntar ikki, at møguleikin fyri at gera skipanina betri, eru góðir, soleiðis sum stýrið er mannað.
?Men so hava vit møguleika at fara tann politiska vegin og ávirka løgtingsmenn til at gera skipanina betri.
? Væntar tú, at tit fáa ein meiriluta í løgtinginum at ganga ímóti meirilutanum í stýrinum?
? Tað veit eg ikki, men duga politikarar ikki at síggja tað rímiliga í, at eisini vanligi løntakarin skal fáa lut í framgongdini í samfelagnum, veit eg onki, sigur Ingeborg Vinther.
Tó vísir hon á, at bæði fakfeløg og arbeiðsgevarar eru samdir um, at tað, sum fólk spara við at gjaldið lækkar, skal ikki takast til barnsburðargrunn, ella til onnur endamál, men skal koma løntakarunum til góðar.