Færri enn 200 brúka burka og niqab

Eingin veit rættiliga, hvussu nógvar kvinnur í Danmark ganga í burka ella niqab. Sambært eini átta ára gamlari frágreiðing, sum byggir á metingar frá eitt nú imamum og heilsurøktarum, snýr tað seg um millum 100 og 200 kvinnur.

 

Burka fjalir allan kroppin, høvdið og andlitið. Við eyguni er eitt net. Verður serliga brúkt í Afghanistan, men verður eisini nýtt í Pakistan og India.

 

Niqab fjalir andlitið, men ikki eyguni. Serliga nýtt í Miðeystri og Ásia