Føroyskt radio í Milano

Tað er umsíðir blivið lýggjari í Suðureuropa, og hesa vikuna sigur verðurstovurnar frá góðveðri, sól og góðum hita í Italia. Í Milano kann roknast við, at hitin fer væl upp um 20 hitastig komandi dagarnar.

Hesa vikuna hevur Rás2 fólk í Milano, haðani sent verður í dag og aftur í morgin. Báðar dagarnar verður sent frá klokkan 09 til 12 og aftur frá klokkan 13 til 15.

Millum annað verður vitjað í Como norðan fyri Milano, leiðin verður eisini løgd framvið kendum støðum í Milano og aðrastaðni. Tosað verður við føroyingar, sum búgva í Italia, og eisini verður leitað eftir føroyskum saltfiski á matstovu í Milano. Eisini verða bakgrundsinnsløg um italskan tónleik, list, móta, politikk, mafia og annað.

Sendingarnar verða kryddaðar við eini kapping, har lurtarar hava møguleika at vinna eina ferð fyri tvey, beinleiðis til Italia í summar.

Rannvá Gaard Fossaberg, Eyðun Klakstein og Hjalmar Hvítklett framleiða sendingarnar hjá Rás2 úr Italia.