Føroyskt línuskip hjálpti í Illorsuit

Manningin á Ågot var á veg á land, tá boðini komu um at evakuera bygdina.

Føroyska frystilínuskipið Ågot, sum í løtuni er í Grønlandi, gjørdist leygarkvøldið brádliga ein partur av burturflytingini av fólkum úr bygdini Illorsuit.


- Seint leygarkvøldið var Ågot á veg norður frá Ilulissat, tá manngingin fekk boð um flóðalduna. Tá vóru teir á veg til Illorsuit við útgerð av øllum møguligum slag til bygdirnar í økinum, sigur Eyðstein Poulsen, reiðari á Ågot við Sosialin í dag.


Halibut Greenland eigur eitt virkið í Illorsuit, ið skuldi hava vøru, og legði skipið at bryggju í bygdini stutt eftir, at flóðaldan hevði rakt vesturstrondina.


- Beint tá teir leggja at, og skulu fara á land, komu boðini um, at øll fólkini skuldu flytast úr bygdini. Tyrlan kom og flutti fólk út á Vædderen. Ågot fekk einar fýra jollur á sleip og tveir mans komu umborð, meðan restin fór
umborð á Vædderen, greiðir Eyðstein Poulsen frá.


Ågot setti síðan kós móti Uummannaq, har skipið nú liggur og bíða eftir nærri kunning um støðuna, greiðir reiðarin frá.


Les meira um náttúruvanlukkuna í Grønlandi í Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.