40 ára gamli lektarin við Örebro Universitet, føroyskt-gifti Fuat Deniz, doyði í morgun av knívsárum hann fekk undir einum álopi týsdagin á universitetinum Tað var um klokkan 15.30 lokala tíð, at ein enn ókendur maður leyp á lektaran á universitetinum og stakk hann fleiri ferðir við knívi. Sum skilst vóru eingi vitnir til hendingina, og tað er ein av orsøkunum til, at løgreglan enn ikki hevur handtikið nakran í sambandi við álopið.
Fuat Deniz var koyrdur á universitetssjúkrahúsið í Örebro, men hóast læknarnir stríddust fyri at bjarga honum, eydnaðist tað ikki, og tíðliga í morgun doyði hann so av løstunum.
Hann doyði av sjálvum skaðunum. Hann var uppaftur lívður á ástaðnum, men tað er harmiligt, at vit ikki megnaðu at bjarga lívi hansara, segði Lars Berggren, yvirlækni, við Aftonposten.
Politiið jagstrar framvegis gerningsmannin og teir siga seg hava spor at ganga eftir, men vilja kortini ikki avdúka hvørji. Teir hava eisini biðið statsløgregluna, Säpo, um at hjálpa til í málinum.
Undir øllum umstøðum er ákæran nú broytt frá drápsroynd til dráp, sigur løgregluovastin í Örebro, Torbjörn Carlson, við svenska blaðið Aftonposten.
Faut Deniz er giftur føroyskari kvinnu.