Fíggjarligu korini hjá føroyskum pensjonistum eru væl verri enn fíggjarligu korini hjá donskum pensjónistum, heldur Landsfelag Pensiónista. Í einum opnum brævi til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, vil Landsfelag Pensjonista vera við, at ein avtala er gjørd millum danskar og føroyskar myndugleikar um, at føroyskar pensjónir skulu hava sama tøka virði sum danskar pensjónir.
Landsfelag Pensjónista staðfestir, at grundupphæddin í føroysku fólkapensjónini er ikki hækkað ella broytt í níggju ár, meðan grundupphæddin í donsku fólkapensjónini er hægri enn tann føroyska og verður regulerað á hvørjum ári.